04-03-2021
Lisitatión: Tunlar Norður um Fjall
Lisitatión hevur verið á Landsverki í dag, nú gongd skal setast á til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall.

Kl.13:00 í dag hevur lisitatión verið á Landsverki, nú gongd skal setast á verkætlanina til sjálvar tunlarnar Norður um Fjall. 

Væntandi fer arbeiði til tunlarnar í gongd summar. 

Tríggjar fyritøkur hava latin tilboð inn og eru talan um Articon, J&K Petersen og NCC.  

 

Tilboðini sum komu inn, vóru áljóðandi: 

Articon: 373.780.332,- kr. 

J&K Petersen: 392.176.177,- kr. 

NCC: 458.395.020,- kr. 

 

Hesin partur av verkætlanini var kostnaðarmettur at vera áleið 400 mió kr. Tá er el-arbeiði ikki við. 

Samlaða metingin fyri verkætlanina er í verklagslógini 522 mió. 

Landsverk fer nú at gjøgnumganga tilboðini. 

 

Niðanfyri eru nakrar myndir frá lisitatiónini. 

Úrslit: