16-12-2021
Lisitatión til Fámjinstunnilin verið í dag
Lisitatión hevur verið á Landsverk í dag, í sambandi við gerð av nýggjum Fámjinstunnli.

Tað vóru Articon, J&K Petersen og MT Højgaard, sum hava bjóðað uppá nýggja Fámjinstunnilin. 

Tilboðini sum komu inn, vóru soljóðandi: 

Artison: 157.644.313 kr. 

J&K Petersen: 155.494.693 kr. 

MT Højgaard: 218.723.556,95 kr. 

 

Landsverk fer nú at gjøgnumganga innkomnu tilboðini. Væntandi verður klárt at gera sáttmála um arbeiði fyrst í komandi árið.

Gongur arbeiði sum ætlað, verður tunnilin liðugur á sumri 2024. 

Úrslit: