20-12-2012
Lisitatión: Sambýli í Havn til sálarsjúk

Tað var J&K Petersen, sum átti lægsta boðið at byggja sambýli Eystan Heyg í Havn fyri sálarsjúk. Lisitatión var á Landsverki í dag, og inn komu fýra tilboð.

J&K Petersen vil byggja heimið fyri góðar 14,7 mió. kr., og tað eru slakar 800.000 kr. lægri enn næstlægsta boðið, sum er góðar 15,5 mió. kr.

Tilboðini eru soljóðandi:

Upphædd kr.: Navn:
14.740.797,-   P/F J&K Petersen
15.517.159,-   SP/F Búsetur
15.691.699,-   P/F Articon
18.637.889,-   SP/F TG Verk Føroyar

Kostnaðarmetingin er 12,2 mió. kr. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.

Úrslit: