Í gjár var lisitatión á Landsverki í samband við asfaltering av Rituvíkarvegnum.
Innkomnu tilboðini eru:
Arbeiðstakarar
Tilboðsupphædd
Sp/f EM Asfalt
kr. 2.439.087
Sp/f HJ Asfalt
kr. 2.445.108
Landsverk
kr. 2.989.994
Í útbjóðartilfarinum stendur, at arbeiðið skal gerast í tveimum umførum. Síðst í 2010 skal fyrsti triðingurin asfalterast. Tað er økið á Rituvíkarhálsi, sum er Æðuvíkarvegurin, nýggjur bydarvegur og landsvegur. Restin av arbeiðnum verður gjørt í øðrum ársfjórðingini næsta ár, treytað av at játtan verður á fíggjarlógini.
Arbeiðið varð mett at kosta 3,0 mió. krónur. Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.