Trygd í tunlum
Trygdin í tunlum er samansett av ymiskum faktorum, sum kunnu býtast sundur í tveir høvuðsbólkar: at fyribyrgja at óhapp henda, og síðani um óhapp henda at avmarka avleiðingarnar. Nýggir tunlar skulu byggjast og innrættast rætt við trygdarútgerð, sum lýkur nútímans krøv, og verandi tunlar skulu dagførast við neyðugari trygdarútgerð. Tilbúgvingarætlanir skulu gerast, og fólk skal útbúgvast í tilbúgvingini. Harumframt skulu tey ferðandi upplýsast um atburð ísv. óhapp í tunlum. (Heinta faldara um trygga atferð, tá ið koyrt verður í tunli her: Tunnilstrygd.pdf (1,03 MB) )
Av teimum 18 tunlunum í Føroyum hevur Landsverk ábyrgdina av rakstrinum av 16. Ljósskipanir eru nú settar upp í 6 av teimum 16 tunlunum. Nú verður so farið undir at dagføra Leynatunnilin liðugt, so eisini hann lýkur dagsins krøv til trygdarútgerð. Eisini tilbúgvingarætlanin fyri Leynatunnilin verður liðug í ár.
Ferðslan í tunlinum næstu vikurnar
Sum sæst í kunngerðini um Leynatunnilin á heimasíðuni her, verður Leynatunnilin stongdur í ávísum tíðarskeiðum næstu vikurnar, meðan arbeitt verður (sí kunngerð!). Hetta órógvar sjálvsagt bilførarar á leiðini, men vónar Landsverk, at fólk vísir tolsemi og fegnast um at fáa ein snotuligan, ljósan tunnil, sum lýkur nútíðar trygdarkrøv.
Dentur hevur í planleggingini av arbeiðnum verið lagdur á at órógva ferðsluna minst møguliga. Arbeiðið í tunlinum fer tí fram seint á kvøldið og um náttina.