05-03-2007
Leynatunnilin umvælast

Frá týsdegi 6. mars og umleið 6 vikur fram verður hildið áfram við dagføringini av Leynatunlinum. Í fyrsta umfari verður nýggj drenveiting løgd í tunnilin umframt tekniskar installatiónir í vegøkslina, sum er liður í fyrireikingararbeiðnum at fáa ljós, ávaringarskipan og telefon í tunnilin.

Koyring ígjøgnum Leynatunnilin
Vegna arbeiðið í tunlinum næstu 6 vikurnar verður ferðslan leidd gjøgnum tunnilin við ljósregulering millum kl. 08.00 og 19.00.

Í hesum sambandi verður heitt á bilførarar um at vísa varsemi.

Úrslit: