Sum liður í arbeiðinum at dagføra og gera tilbúgvingarætlanir fyri tunlar í Føroyum, fær Leynatunnilin nú eisini eina tilbúgvingarætlan, og í næstum verður skipað fyri eini venjing í tunlinum. Endamálið við venjingum er at royna deilplanirnar hjá ymisku pørtunum í tilbúgvingini og samskifti og -starvi partanna millum.
Við í venjingini í Leynatunlinum verða Tórshavnar Sløkkilið, Kvívíkar Sløkkilið, Landsverk, Ambulansatænastan og Politiið.
Vilt tú vita meira um tilbúgvingina hjá Landsverki, ert tú vælkomin at seta teg i samband við Jákup N. Olsen, samskipara av tilbúgvingini á Landsverki, á fartel. 290 892, Armgarð E. Steinhólm, leiðara á ferðsludeplinum, fartel. 290 891, ella tú kanst ringja til kunningina á fartel. 290 804 ella 290 805, sum síðan kann vísa til rætta viðkomandi.