17-02-2022
Leiðari settur fyri nýggju Verkætlanardeildina á Landsverki
Landsverk hevur í dag sett Sigurð Ó. Vang í starv sum deildarleiðara fyri Verkætlanardeildina.

Herfyri søkti stovnurin alment eftir leiðara til nýggju Verkætlanardeildina, sum er miðdepilin fyri allar byggi-, verklags-, og viðlíkahaldsverkætlanir hjá stovninum. Nýggju umsóknir komu til starvið, og setanarbólkurin hevur í dag kunngjørt, at tað er 48 ára gamli Sigurð Ó. Vang, sum fer at leiða deildina. 

Sigurð Ó. Vang, ið er útbúgvin cand.merc.jur. og hevur seinastu árini verið mentamálaleiðari í Tórshavnar kommunu, og starvaðist undan hesum sum stjóri á Landssjúkrahúsinum.
 
Nýggi leiðarin fyri Verkætlanardeildina gleðir seg til at fara undir nýggju avbjóðingarnar.

Sigurð Ó. Vang byrjar í leiðarastarvinum 1. mai.

Úrslit: