Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki, handar her Árna Jacobsen, økisleiðara í Norðurøkinum, prógv fyri at hava luttikið á leiðaraskeiði.
SKEIÐ: Fyrst í árinum fóru 9 millumleiðarar og 17 formenn á Landsverki undir eina skeiðsrøð, ið hevur til endamáls at betra um førleikarnar hjá teimum at virka sum leiðarar á arbeiðsplássinum. Skeiðsrøðin er nú liðug, og luttakarar lata væl at.
Endamálið við leiðsluskeiðnum hevur verið at fara undir eina umfatandi og miðvísa menning av teimum, ið dagliga virka sum millumleiðarar og formenn. Talan er um skræddaraseymað leiðsluskeið til leiðarar á Landsverki, sum skal gera teir betri førar fyri at loysa tær avbjóðingar, sum einhvør leiðari kemur út fyri í tí dagliga. Ein av teimum, sum hevur luttikið á skeiðnum, er Páll Hansen, ið virkar sum formaður á framleiðsludeildini á Landsverki. Hann heldur seg hava fingið nógv burturúr.
- Eg havi millum annað lært, at planlegging, konfliktloysn og at arbeiða professionelt eru ting, sum eru sera týdningarmikil at fyrihalda seg til sum leiðari. At vera loyalur móti sínum arbeiðsplássi, og at rós til starvsfelagar nærmast kann gera undurverk, eru eisini sera hent ting at vita hjá einum leiðara, sigur Páll Hansen. Hann leggur afturat, at tað er umráðandi, at skattaborgarin fær sum mest fyri peningin. Hetta málið røkka vit, um arbeiðsgleðin er høg, heldur hann.
Fokus á styrki og veikleikar
Ein annar av luttakarunum er økisleiðarin í Norðurøkinum, Árni Jacobsen. Umframt at hava fingið betri leiðsluførleikar, bæði persónliga og fakliga, hevur hann fingið sett størri fokus á bæði egnar styrkir og veikleikar.
- Eg fekk nógva nýggja vitan og amboð til mínar dagligu leiðsluuppgávur, og útbúgvingin hevur givið mær nakað gott og grundleggjandi innan leiðslu. Harafturat er tað av alstórum týdningi, at leiðarar og formenn møtast til eitt slíkt forum fyri at læra og fáa góð ráð frá hvørjum øðrum, sigur Árni Jacobsen.
Umframt starvsfólkaleiðslu er umsiting ein stórur partur av arbeiðsdegnum í einum leiðarastarvi. Tískil eru eisini tær umsitingarligu mannagongdirnar og reglurnar, ið Landsverk arbeiðir eftir, umrøddar á skeiðinum.
- Starvsfólk, ið taka av einum leiðslustarvi, gerast oftani ovfarin av krøvunum til leiðarastarvið. Til dømis starvsfólkamál, ið til tíðir kunnu tykjast vónleys at loysa. Fólk eru ymisk, og tískil eru loysnirnar á starvsfólkamálum eisini ymiskar. Sjáldan ber til at sláa upp í gomlu lærubókunum fyri at finna eina loysn, sigur Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari á Landsverki.
Innanhýsis undirvísarar
Skeiðið hevur verið býtt upp í átta undirvísingarmodulir, sum lógu frá januar til juni. Innihaldið í tilfarinum, sum luttakararnir hava verið ígjøgnum, er rættiliga fjølbroytt. Frá at lýsa sjálvan stovnin, leiðaraleiklutin, strategisk leiðsluamboð, sjónliga leiðslu, broytingarleiðslu, netverkan og vitanardeiling og hvat liggur í loyalitetshugtakinum. Í stóran mun eru tað innanhýsis kreftir á Landsverki, ið hava staðið fyri undirvísingini.
Fríggjadagin 27. august fingu leiðararnir og formenninir á Landsverki formliga handað prógv fyri skeiðið. Ætlanin er framyvir at skipa fyri temadøgum fyri skeiðsluttakarunum eini tvær ferðir um árið. Hetta fyri at tryggja, at starvsfólkini møtast og gjøgnumganga viðkomandi evni.
Um tú vilt vita meira um leiðaraútbúgvingina á Landsverki ber til at venda sær til Elsu Johonnu Høgenni, starvsfólkaleiðara, á tlf. 290 811 ella til kunningareindina, tlf. 290 804 og 290 805, ið kann vísa til rætta viðkomandi.