Leigumál til apoteksverkið

Apoteksverkið leitar eftir nýggjum hølum (handil, goymsla og skrivstovu) til apotek í Vágunum.

Við hesum verður alment lýst eftir møguligum leigumáli til hetta endamálið hjá Apoteksverkinum í Vágunum. Leigumálið kann vera í bygningi fyri seg ella í parti av bygningi, ið er væl egnaður, og nýtslan annars samsvarar við virksemið hjá Apoteksverkinum. Ætlaða leigumálið kann fevna um verandi, nýggjan, útbygdan ella umvældan bygning.

Útboðstilfarið

Sí nærri kunning um útboði á hesi leinkju:


https://build.dalux.com/client/da-dk/public/tender/TID-30451

 

Tilboðsfreistin er týsdagin 30. apríl 2024, kl. 14:00

 

Freist: 30.04.2024 KL 14:00
Úrslit: