Sambært kanningum hjá Landsverki seinnu árini eru tað alsamt fleiri, sum velja vetrardekk fram um píkadekk. Øll vetrardekk eru betri enn summardekk um veturin, tí summardekk eru gjørd úr slíkum tilfari sum harðnar, tá ið tað er kalt. Tí eiga øll at nýta vetrardekk ella píkadekk, tá ið vit nærkast kuldastigunum. Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá:
16. oktober til 30. apríl.
Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar uttan fyri nevnda tíðarskeið teir dagar, ið hálka er.
Fá koyrilíkindiini umvegis landsverk.fo, sms, wap, telefonsvarara ella útvarp
Møguleikarnar at fáa koyrilíkindini ella upplýsingar um veðrið frá Landsverki gerast alsamt fleiri, og er hetta ein nattúrlig gongd, nú vit skjótt seta fótin inn í ár 2010. Í dag fært tú upplýsingar um veðrið frá Landsverki umvegis fleiri ymiskar miðlar t.d. av heimasíðuni landsverk.fo, í útvarpinum, beinleiðis í fartelefonina umvegis sms, ella wap tænasturnar hjá Landsverki ella, sum í gomlum døgum, við at ringja til telefonsvararan tel. 540 802.
Tøkniliga menningin hevur nógva ferð á, og hevur Landsverk lagt seg eftir at hava fingurin á pulsinum, so veðurtænastan til fólkið mennist alla tíðina. Arbeitt hevur verið miðvíst fram ímóti at fáa eina betri kunning um veðrið í vetrarhálvuni. Málið hevur verið og er framhaldandi, at øll, sum hava veðurupplýsingar fyri neyðini, skulu fáa fatur á hesum so skjótt og lætt, sum yvirhøvur til ber, og nær á døgninum tað skal vera. Tænastan er sostatt óheft av tíð og staði, umframt at upplýsingarnir skulu vera so neyvir, aktuellir, viðkomandi og lætt atkomuligir sum til ber.
Nýggjasta tænastan í røðini er waptænastan, har tú fært eitt samlað yvirlit yvir veðrið beinleiðis inn á fartelefonina frá teimum 21 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið, sum veita upplýsingar um hita, vind, ætt og hvirlur. Av teimum 21 veðurstøðunum hava 8 nú eisini vevmyndatól, soleiðis at til ber at síggja veðrið á fartelefonini. Við hesum ynskir Landsverk at tæna samfelagnum sum best við atliti at ferðslutrygd og framkomuleika í vetrarhálvuni.
Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar at koyra varliga í vetrarferðsluni. Latið ferðina taka ta tíð sum krevst, kunnið tykkum um veðrið, áðrenn farið verður avstað í bilin og haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri.