Tíðin fyri framman kemur við kulda, kava og hálku. Enn hevur bert verið ein hálkudagur, men hesin kom sum so ofta fyrr óvart á fólk. Tí er sera umráðandi at vera skøddur í góðari tíð, og Landsverk vil heita á fólk um at lata bilin í vetrarbúnan.
Øll vetrardekk eru betri enn summardekk um veturin, tí summardekk eru gjørd úr tilfari sum harðnar, tá ið tað er kalt. Tí er betur at fólk velja at skifta summardekkini út við vetrardekk sum skjótast, soleiðis at eingin verður tikin á bólið tá vit vakna upp til næsta hálkudagin.
At enda vil vil Landsverk heita á fólk um at hugsa seg um í vetrarferðsluni. Ansað eftir hvørjum øðrum og koyr varliga. Lat ferðina taka ta tíð sum krevst og hald fjarstøðu frá bilinum frammanfyri.