25-10-2006
Lat bilin í vetrarbúna

Summi upplivdu tað árla ein morgun herfyri. Svartakálk á vegnum í lýsingini.

Hálkan ella kavin kemur ofta heilt óvart á okkum. Eru vetrardekkini ella píkadekkini ikki komin á, økist vandin beinanvegin fyri ferðsluóhappi ella at standa fastur í kavanum. Tí ræður um at vera væl skøddur í góðari tíð.

Nýtsla av píkadekkum
Øll vetrardekk eru betri enn summardekk um veturin, tí summardekk eru
gjørd úr slíkum tilfari sum harðnar, tá ið tað er kalt. Tí eiga vit øll at nýta vetrardekk/píkadekk, tá ið vit nærkast kuldastigunum. Í Føroyum er tað loyvt at koyra við píkadekkum í tíðarskeiðnum frá:

16. oktober til 30. apríl.

Tó kunnu neyðsendarakfør og akfør, ið nýtt verða í sambandi við vetrarhaldið hjá landi og kommunum, nýta píkar uttan fyri nevnda tíðarskeið teir dagar, ið hálka er.

Mynsturdýpd
Í Føroyum fylgja vit ES-krøvum um mynsturdýpd á dekkum. Mynsturdýpdin á dekkum skal sambært "detail forskrift for køretøjer" í minsta lagi vera 1,6 mm.

Dekknýtslan í Føroyum í vetrarhálvuni 2005/2006
Landsverk ger kanningar av dekknýtsluni um veturin í Føroyum fyri at kanna
eftir, hvussu bilar eru skøddir í vetarhálvuni. Skrásetingin av dekknýtsluni fer fram fyrst í desember, februar og fyrst í apríl. Síðsta vetur vóru 25% av teimum 21.000 bilunum í landinum kannaðir.

3 stabbar pr. oyggj vísa ymisku tíðarskeiðini, bilar vóru kannaðir (des., febr., apr.).

Kanningarnar vísa, at píkadekknýtslan var størst í syðra parti av Eysturoy
og í Norðurstreymoy, meðan summardekknýtslan var størst í Havn. Vetrardekknýtslan var størst í Vágum og Eysturoynni.

Fleiri vetrardekk á vegunum1990/91-2005/06
Sambært kanningunum hjá Landsverki gjøgnum vetrarnar 1990/91-2005/06 eru tað alsamt fleiri, sum velja vetrardekk ella tey sokallaðu "heilársdekkini" fram um píkadekk.

Nýtslan av píkadekkum er farin frá 44% í 1996/97 niður á 39% í 2005/06. Nýtslan av summardekkum er farin frá 40% í 1996/97 niður á 24% í 2005/06. Hinvegin er nýtslan av vetrardekkum farin frá 16% í 1996/97 upp á 36% í 2005/06.

Prosentparturin fyri píkadekknýtslu í Føroyum er væl lægri enn í grannalondunum, hetta sjálvt um vit eisini salta minni samanborið við
okkara grannar.

Ansið eftir hvørjum øðrum!
At enda ein áheitan til allar bilførarar um at koyra varliga í vetrarferðsluni. Latið ferðina taka ta tíð sum krevst, og haldið fjarstøðu frá bilinum frammanfyri.

Úrslit: