Tilbúgving móti oljudálking á sjónum er eitt málsøki undir Innlendismálaráðnum. Frá ársskiftinum verður tað Landsverk, sum fær operativa partin av hesi uppgávu um hendi. Við sínum dagliga virksemi og útgerð um alt landið, verður Landsverk mettur sum ein natúrligur stovnur at leggja slíkt virksemi undir.
Tað hevur verið greitt alla tíðina, at slíkt virksemi ikki hoyrir heima undir einum aðalráði, men hjá einum operativum stovni. Innlendismálaráðið varðar av Landsverki, og metir tað vera upplagt at lata operationellu uppgávuna móti oljubasing undir ein slíkan stovn.
Í teimum kommunalu havnunum eru tað avvarðandi kommunur, ið hava ábyrgd av basing av oljudálking, meðan Landsverk fær ábyrgdina av basingini alla aðra staðni á sjónum, sum í prinsippinum er heilt út á 200 fjórðingar.
Eitt stórt arbeiði er longu gjørt frammanundan, har Umhvørvisstovan saman við Innlendismálaráðnum og øðrum samstarvspørtum hevur havt ein høvuðsleiklut og gjørt rætningslinjur fyri, hvussu farast skal fram, tá oljudálkingar henda á sjónum. Hetta arbeiðið var latið Landsverki undir einum seminari herfyri, har starvsfólk, ið varða av økinum, vóru savnaði. Á seminarinum vóru fyrireikingar gjørdar til at fáa allan tann praktiska partin upp á pláss í sambandi við basing av oljudálking á sjónum.
- Eg eri sjálvandi fegin um, at Innlendismálaráðið hevur heitt á Landsverk at átaka okkum hesa uppgávuna. Ein uppgáva, ið vit meta liggur væl til júst okkara stovn, og sum vit sjálvandi vilja loysa, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Í dag kl. 14.00 bjóðaði Landsverk avvarðandi fólki frá stovnum, kommunalum havnamyndugleikum, tilbúgvingarmyndugleikum, bjargingarliðum, løgregluni, tryggingarfeløgum, fyritøkum annars og øðrum avvarðandi til ein kunnandi fund, har bjóðað var til samstarv, og har hesi fingu at vita, hvussu arbeiðið við basing av oljudálking fer at verða skipað framyvir. Framløgan hjá Landsverki á fundinum kann heintast her (497 KB)
Vilt tú vita meira um hetta evnið, kanst tú venda tær til Ewald Kjølbro, stjóra, tel. 290 861, ella til kunningartænastuna á Landsverki, tel. 290 805.