08-03-2005
Landsverk við í 'Hjartarúm'

Í døgunum 1.-4. mars 2005 skipaði Ferðslutrygd fyri einari framsýning á torginum í SMS. Framsýningin hevði heitið 'Hjartarúm'. Nógvir ymiskir stovnar, feløg og fyritøkur luttóku.


Landsverk var á café-økinum í framsýningini. Yvirskipaða evnið var trygd. Á framsýningini hjá Landsverki vóru lýst evnini 1) ferðgáar , 2)  gongubreytir framvið landsvegi , 3)  fyrimunir og vansar við ymiskum sløgum av vegamótum og 4)  vandar í vegamótum . Eisini var ymist tilfar um Landsverk.

Fríggjadagin 4. mars 2005 kl 13-15 var høvi hjá fólki at fáa eitt prát við tey luttakandi. Millum teirra, ið vóru at hitta, var Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Úrslit: