Alment hevur tað verið frammi, at nýggja vinnuhavnin á Oyrareingjum skal takast í brúk 7. mars. Landsverk kann tó ikki góðtaka, at virksemið í havnini fer í gongd fyrr enn ferðsluviðurskiftini á leiðini eru komin í trygga og skipaða legu og kommunan hevur fingið tey neyðugu loyvini.
Landsverk og Tórshavnar kommuna hava samskift um trupulleikarnar síðani oktober í fjør. Kommunan fekk freist at tryggja sær tey neyðugu loyvini. Men tá viðurskiftini framvegis ikki eru komin í rættlag hevur Landsverk einki annað val enn at fara í fútarættin við málinum.
Ongi loyvir fingið
Ósemjan snýr seg um hvørt Tórshavnar kommuna hevur fingið neyðugu loyvini at binda í landsvegin og at byggja framvið einum landsvegi.
Kommunan sigur at hon hevur fingið øll loyvini. Tey eru komin fram gjøgnum samskifti millum ráðgevara hjá kommununi og havnardeildina hjá Landsverki.
Hesum vísir Landsverk aftur. Stovnurin hevur hvørki fingið nakra umsókn frá kommununi um loyvi at binda í landsvegin og at byggja framvið landsvegnum. Heldur ikki hevur stovnurin játta kommununi slík loyvir.
Rætt er, at havnadeildin hjá Landsverki hevur samskift við ráðgevara hjá kommununi. Tá varð boðað frá, at kommununi nýttist ikki nakra góðkenning frá Landsverki til sjálva havnabyggingina. Spurningurin um vegagerð og bygging framvið landsvegnum var hinvegin ongantíð umrøddur í hesum munnliga samskifti.
Landsverk bað kommununa senda sær avrit av umsóknum og loyvum, sum kommunan sigur seg hava fingið. Freistin varð ásett til 26. februar, men tá framvegis ongan skjalváttanir vóru komnar tá, varð málið latið fútarættinum, eins og kommunan hevði fingið at vita frammanundan.
Eisini hevur Landsverk biðið kommununa um at søkja um nevndu loyvir. Men tann møguleika hevur kommunan ikki gjørt nýtslu av.
Bygdarvegur undir trýsti
Landsverk bað fyrr í vetur kommununa koma við eina frágreiðing um hvussu ætlanin var at skipa ferðsluviðurskiftini í sambandi við flutning til og frá ídnaðarhavnini.
Stovnurin gjørdi vart við, at tann gamli bygdarvegurin til Signabøar er ikki gjørdur til tað tungu ferðsluna, sum ein ídnaðarhavn fer at hava við sær. Fyribils íbindingin, sum gjørd er, er ikki gjørd til endamálið og hon fær ikki avgreitt komandi ferðsluna á tryggan og skynsaman hátt.
Skal havnin bindast í landsvegin má hann sostatt breiðkast.
Tískil hevur Landsverk mælt til, at kommunan yvirtekur landsvegin frá brúnni um Dalá og til Tríggjáir og ber so í bandi, at vegurin verður breiðkaður, so at hann klárar at svøngja øktu ferðsluni.
Landsverk hevur latið kommununi eitt uppskot til avtalu um hvussu kommunan kann yvirtaka landsvegin. Hettar málið er ikki loyst enn.