Filmurin er liður í einum innanhýsis átaki um starvsfólkatrygd. Deildin fyri Infrakervi, ið áhaldandi arbeiðir við menning av ferðslutrygd á landsvegunum, skipaði í fjør fyri skeiðnum: “Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðið snúði seg um trygdina hjá teimum, sum arbeiða á ella fram við landsvegunum, og um ferðslutrygd sum heild í sambandi við vegarbeiði. Høvuðsdentur varð lagdur á at skelta rætt, tá arbeitt verður á landsvegunum. Bæði arbeiðstakarar og starvsfólk á Landsverki, ið hava vegin sum arbeiðspláss, luttóku á skeiðnum, ið er eitt krav fyri at arbeiða við landsvegin.
Sum framhald av tí skeiðnum, hevur Landsverk arbeitt innanhýsis við at herða um ásetingar og eftirlit við skelting.
“- Endamálið við hesum arbeiðinum er at betra um okkara skelting og rætta møguligar feilir í skeltum. Hetta arbeiðið heldur fram, og Landsverk fer framyvir at víðka um trygdareftirlitið, tá vegarbeiði verða gjørd. Endamálið við nýggja stuttfilminum er at varpa ljós á ferðslutrygd í sambandi við vegarbeiði og at minna ferðandi á at vísa varsemi, tá koyrt verður fram við vegarbeiðum", sigur Heini Eysturoy, leiðari á deildini fyri Infrakervi á Landsverki.
Ferðslutrygdarfilmurin, sum verður at síggja í “Gevið Gætur” áðrenn Dag & Viku frá í kvøld, kann eisini síggjast her.
Eins og undanfarnu stuttfilmar hjá Landsverki, ið eru gjørdir við ferðslutrygd fyri eyga og somuleiðis vístir í “Gevið Gætur”, er hesin filmurin eisini gjørdur í samstarvi við Kovboy Film. Tveir av hesum filmum snúgva seg um tunnilstrygd, tveir um vetrarferðslu, meðan tann fimti vendir sær til ferðafólk.
Um nakar ynskir at vita meira umfilmin ella skelting í sambandi við vegarbeiði, ber til at venda sær til Heina Eysturoy, deildarleiðara, tlf. 290 881, ella til samskiftistænastuna á Landsverki, tlf.290 814.