GALLUP-kanningin: Landsverk fær nógv meðalskoðsmál í Gallupkanning, sum gjørd varð tíðliga í summar. Leiðslan viðgerð nú niðurstøðurnar.
Sig tína hugsan um Landsverk á einum skala frá 1 til 10. Gallup spurdi fyrr í ár 500 tilvildarliga vald fólk, um hvat tey halda um nógv ymisk viðurskifti viðvíkjandi Landsverki.
LV er vegir
Kanningin vísir, at nógv fólk vita snøgt sagt ikki hvat Landsverk stendur fyri. Nógv tey flestu seta fyrst og fremst stovnin í samband við vegir. Harafturímóti vita ógvuliga fá, at Landsverk eisini fevnir um almennar bygningar og at stovnurin t.d. mátar veður og vind.
Landsverk hevur rímiliga gott álit millum manna. Ið hvussu so er, er álitið á Landsverk betri enn á almennar stovnar sum heild.
Hinvegin er Landsverk ikki ein stovnur, sum nógv fólk koma í samband við. Meiri enn 60 prosent av teimum spurdu hava ongantíð verið í samband við Landsverk.
Nógv halda, at stovnurin røkir sínar uppgávur rímiliga væl. Spurd hvussu professionelt Landsverk er, fær stovnurin t.d. meðalkarakterin 6,3 prosent á stiganum frá 1 til 10, vísir kanningin, sum fevnir um nógvar aðrar spurningar.
Frágreiðingina kanst tú síggja her: kvantitativ kanning.ppt (221 KB)