08-10-2008
Landsverk undir Innlendismálaráðið
STJÒRNARSKIFTI: Eftir drúgvt áramál undir Vinnumálaráðnum hevur Landsverk fingið nýggjan arbeiðsgevara. Politiski arbeiðsgevarin eitur nú Annika Olsen (F) og hon er landsstýriskvinna í innlendismálum.

Eitt stjórarnarskifti merkir vanliga, at Landsverk fær nýggjan politiskan arbeiðsgevara. Tað nýggja hesaferð er, at nú verður tað ikki bara eitt nýtt navn, sum fer at mynda evstu politisku ábyrgdina av Landsverki. Nú er tað eisini eitt nýtt aðalráð, sum varar av stovninum.

Í gjár, týsdagin, vitjaðu Annika Olsen, landsstýriskvinna og Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum Landsverk, har tey fingu innlit í søguna og kjarnuvirksemið hjá stovninum. À myndini omanfyri eru tey stødd á Skerv- og Asfaltverkinum í Hundsarabotni.

Undir Innlendismálaráðið
Nýggja ABC-samgongan hevur avgjørt at flyta Landsverk frá Vinnumálaráðnum til Innlendismálaráðið. Hetta hendi í sambandi við arbeiðið at býta málsøkir og landsstýrisessir, tá nýggja samgongan varð skipað.

Fyrireikingar verða nú gjørdar, at fáa nýggju skipanin at virka. Innlendisráðið hevur ikki umsitið Landsverk fyrr og hevur tí ikki sama innlit í stovnin, sum embætisfólkini í Vinnumálaráðnum høvdu. Tískil verður avbjóðingin at tryggja góð viðurskifti og gott samstarv millum partarnar.

Skiftandi arbeiðsgevarar
Landsverk hevur havt skiftandi harrar á síni 60 ára longu ævi.

Tey fyrstu mongu árini hoyrdi stovnurin undir Løgtingið og seinni undir landsstýrið sum so.

Landsverk kom undir Vinnumálastýrið eftir at Føroyar høvdu fingið nýggja stýrisskipan og almenna umsitingin varð umskipað miðskeiðis í 90-unum.

Úrslit: