HÁLKA: Vetrarhaldið av føroyska vegakervinum krevur stórar nøgdir av salti til tess at tryggja ferðsluna móti hálku. Landsverk roynir áhaldandi at betra raksturin fyri at fáa sum mest fyri játtanina.
Til at halda landsvegirnar nýtir Landsverk árliga umleið 1.500 tons av salti, sum stovnurin higartil hevur keypt frá føroyskum veitara. Higartil er saltið keypt í smáum nøgdum, og samstundis sum lítil og ongin kapping er á økinum, eru útreiðslurnar til salt vorðin ein alsamt dýrari postur. Nú er ætlanin at keypa inn í stórum, soleiðis at møguleiki verður fyri at fáa størri kapping um saltsøluna.
Í dag rindar Landsverk slakar 700 krónur fyri hvørt tons av salti. Við at keypa inn í stórum ber til at fáa saltið umleið 35 prosent bíligari. Hetta fer at spara stovninum millum 300.000 og 400.000 krónur um árið til vetrarhaldið av føroyska landsvegakervinum.
Landsverk eigur eina høll við havnalagið í Hósvík, sum nú er gjørd klár til saltgoymslu. Høllin liggur mitt í tí ferðslutyngsta økinum í Føroyum, har mest vegsalt verður nýtt. Tí er tað eisini ein praktiskur fyrimunur fyri tey arbeiðsfólk, sum hava saltingina um hendi, at hava saltið liggjandi har. Afturat hesum fer at bera betri til at arbeiða við vátari salti og saltlaka. Við hesum fer gagnnýtslan av saltinum at verða størri.
Tey, sum vilja vita meir um vetrarhaldið hjá Landsverki, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á Vegadeildini, tlf. 540 881, ella til Kunningardeildina á tlf. 540 804 ella 540 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.