08-03-2007
Landsverk tekur ferðslutrygd í størsta álvara

Undir yvirskriftini "Óhapp uttan avleiðingar" var týskvøldið 6. mars 2007 ført fram í Degi & Viku, at trý ferðsluóhapp í Miðvági seinasta mánaðin er ov lítið til at fáa Landsverk upp úr stólinum at seta trygdartiltøk í verk í Miðvági. Í tíðindabrotinum var samrøða við eina smágentu úr Miðvági, eitt umboð fyri foreldrabólkin í kommununi umframt við stjóran á Landsverki.

Samrøðan við stjóran á Landsverki
Tað bæði harmar og skelkar, at samrøðan við stjóran á Landsverki var endurgivin so ófullfíggjað og sundurpettað, sum hon var í Degi & Viku týskvøldið. Tað undrar tí als ikki, at fólk fáa so skeiva fatan av stovninum - serliga ikki, tá ið tú velur at taka ein lítlan part av samrøðuni, sum bara snýr seg um játtan og ferðsluóhapstíttleika, og setur hann saman við skelkaðum og kenslubornum íbúgvum í Miðvági, sum júst hava upplivað trý ferðsluóhapp í bygdini. So fært tú ta klassisku søguna um kalda, kyniska myndugleikan og neyðars máttleysa borgaran. Tað sigur seg sjálvt, at tað fær stovnin at virka fullkomiliga avsporaðan, arrogantan og ábyrdgarleysan.

Lat okkum tí beinanvegin her lýsa støðuna, soleiðis sum vit gjørdu tað fyri Degi & Viku týsdagin, men sum hyggjararnir týskvøldið bert fingu ein brotpart av innliti í.

Vakið eyga við øllum ferðslutrupulleikum á landsvegunum
Hjá Landsverki verður fylgt heilt neyvt við ferðslutrupulleikum/-óhappum á landsvegunum, og taka vit slík mál í størsta álvara. Vit royna alla tíðina at bøta um ferðslutrygdina á vegunum, og verður okkara játtan til ferðslutrygdartiltøk fullnýtt á hvørjum ári. Játtanin røkkur tó ikki til at bøta um øll viðurskiftið í senn. Tí raðfesta vit soleiðis, at vit seta tiltøk í verk, har vit kunnu fyribyrgja flest ferðsluóhappum.

Vit hava slakar 500 km av landsvegi at varða av, og teinurin í Miðvági hevur ein ferðsluóhapstíttleika svarandi til miðal, meðan hann á øðrum teinum í landinum er millum 3-6 ferðir so høgur (sí ferðsluhagtøl her). Skulu vit fyribyrgja so nógvum ferðsluvanlukkum og fremja so nógva ferðslutrygd, sum til ber innan verandi karmar, er neyðugt at taka fyrilit fyri hesum viðurskiftum. Nógv orka er løgd í at fáa so neyvar upplýsingar, greiningar og tøl, sum til ber, um landsvegirnar fyri at okkara raðfestingar skulu vera so rættar og fyribyrgjandi sum yvirhøvur til ber. Var játtanin størri, høvdu vit sjálvsagt sett enn fleiri fyribyrgjandi tiltøk í verk kring landið.

Samstarv millum Landsverk og Miðvágs kommunu
Tað var somuleiðis upplýst sjónvarpinum, at Landsverk samstarvar við Miðvágs kommunu um møgulig ferðtálmandi tiltøk hjá kommununi á kommunala vegastrekkinum í bygdini.

Miðvágs kommuna arbeiðir í løtuni við ymsum ætlanum um ferðtálmandi tiltøk í bygdini. Kommunan hevur í samráð við løgregluna rættindi til at gera tað, sum hon vil, á kommunala vegastrekkinum. Landsverk hevur í hesum sambandi samstarva nakað við kommununa, og hevur sum tað einasta mælt til, at tiltøkini verða framd sambært kendum forskriftum.

Í samrøðuni við sjónvarpið var harafturat víst á, at Landsverk eisini hevur bjóðað Miðvágs kommunu ræðisrættin yvir umrødda landsvegatein, soleiðis at kommunan sjálv kann seta ferðslutrygdartiltøk í verk.

Hjá Landsverki eru vit altíð til reiðar at taka ímóti uppskotum, at koma út og greiða frá og samskifta við kommunur, og í samstarvi við hesar partar at finna loysnir - eisini tá talan er um framtíðarloysnir.

Úrslit: