Visjón, missión, undirvisjónir, strategisk leiðsla, kjarnurvirðir. Fakorðini fuku í luftini, tá ið Oyvindur Brimnes vitjaði nýggja umsitingarbygningin hjá Nærverkinum á Argjum mikumorgunin.
Ørindini vóru at greiða frá tí visjónsarbeiði, sum Landsverk, sum ein av teimum fyrstu almennu stovnunum her á landi, setti í verk longu fyrst í hesi øldini.
Í Nærverkinum hevur onkur av deildunum arbeitt við visjónsarbeiðinum eina tíð. Men nú er allur stovnurin farin í holt við at gera sína egnu visjónsætlan. Spónurin er settur í greytin og mikudagin virkaði Landverk sum kveikjari og ljósmóðir til hetta tiltak.
Byrjaði í 2001
-Visjónsarbeiðið er ein støðug tilgongd. Tú verður ongantíð liðugur við hetta arbeiði, greiddi Oyvindur Brimnes frá.
Visjónsarbeiðið á Landverki byrjaði í 2001, tá ið orð sum visjón og missión enn vóru fremmandaorð í føroyskum hugaheimi. Landsverk gekk undan og mátti í fyrstani leita sær íblástur.
Fyrsta stigið var at orða eina missión og eina visjón, har aðalmálið var at fáa øll starvsfólkini at arbeiða saman móti einum felags máli. Oyvindur Brimnes nevndi stjørnuliðið Barcelona sum dømi um, hvussu stóran týdning gott áralag hevur fyri endaliga avrikið.
- Barcelona var einaferð mannað við heimsins bestu fótbóltspælarum, men teir vunnu ongar dystir. Trupulleikin var, at liðið spældi ikki saman, segði stjórin. Liðið arbeiddi ikki saman. Spældi solo.
Tí er samstarv eitt lyklaorð í visjónsarbeiðinum. Við visjónsarbeiðinum fingu starvsfólkini á Landsverki nakrar felags spælireglur og nøkur greið mál, sum tey tóku til sín. Og sum tey stútt og støðugt kundu máta síni avrik eftir.
Starvsfólkini við
Tað var leiðslan, sum setti tær fyrstu strikurnar í sandin. Men dentur hevur verið lagdur á, at hetta ikki skuldi vera eitt toppstýrt leiðsluprosjekt, men ein demokratisk verkætlan, har øll starvsfólkini eru við í tilgongdini. Fært tú ikki starvsfólkini at ogna sær visjónsarbeiðið, er alt burturspilt, tí so verður visjónsarbeiðið bara ein skriviborðsvening, ljóðaði boðskapurin frá stjóranum.
Í dag er visjónsarbeiðið ein innbygdur partur í dagliga virkseminum á Landsverki. Tað er ein hornasteinur í tí tey rópa strategisk leiðsla. Hugsanin er, at alt arbeiði, sum hevur við menning og broytingar at gera - sum flytur stovnin fram á veg - má verða rótfest í greiðum og miðvísum málum.
Og visjónin er ikki bara eitt ullint og abstrakt hugtak fyri tey ungu og vællærdu, hóast tað eru tey, sum hava tikið visjónsarbeiðið mest til sín.
Í dag verður arbeitt við undirvisjónum úti á teimum einstøku deildunum. Og við ítøkiligum málum og virkisætlanum, har bæði ábyrgd, tíðarfreistir og uppgávur eru greitt tilskilaðar. Tilvildin sleppur ikki at ráða, greiddi Oyvindur Brimnes frá.