Seinnu árini hevur Landsverk fingið týðandi uppgávur afturat sínum virkisøki. Hetta ger tað neyðugt at endurskoða bygnaðin fyri at tryggja, at hesar uppgávur verða stýrdar og loystar á best møguligan hátt. Hesum boðaði Ewald Kjølbro frá á móttøkuni í mai, eftir at hann í apríl tók við sum nýggjur stjóri á Landsverki.
Leisturin fyri nýggja bygnaðinum á Landsverki sær soleiðis út. Tær átta verandi deildirnar, sum eru fíggjardeild, starvsfólkadeild, samskifti, havnadeild, vegadeild, bygningadeild, framleiðsludeild og verkleiðsludeild, verða savnaðar í fýra. Komandi bygnaðurin er settur saman av eini stjórnardeild, framleiðsludeild, samferðsludeild og eini byggideild.
Umframt at hava fingið um hendi oljubasing á sjónum, er Landsverk nú byggiharri á allari nýbygging undir aðalráðunum, eins og stovnurin umsitur allar umbyggingar og hevur um hendi alt viðlíkahald av verandi bygningum. Hetta setir stór krøv til dagligu stýringina av verkætlanum.
- Við færri eindum fáa vit ein smidligari bygnað á stovninum, har betri møguleikar verða fyri at arbeiða tættari saman tvørfakliga og fyri effektivisering av arbeiðsgongdum. Sum stjóri fari eg at leggja stóran dent á at styrkja byggiumsitingina, eins og risikostýringina í allari byggitilgongdini. Harafturat fara vit at uppraðfesta alt, sum hevur við bygningsviðlíkahald at gera, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.
Bygnaðarbroytingarnar á Landsverki skulu harumframt síggjast í ljósinum av, at játtanin til Landsverk í komandi fíggjarári aftur verður skerd. Hesaferð við 1,5 mió. kr. Hendan gongdin ger tað neyðugt eisini at fremja sparingar á stovninum, og tað merkir, at sjey ársverk verða spard burtur, har av trý eru við natúrligari frágongd.