Ringarnir á myndini vísa tær báðar vegíbindingarnar í Hvalvík og Streymnesi, sum nú verða stongdar.
Ferðslubroyting: Í samstarvi við Sunda kommunu hevur Landsverk gjørt av at steingja tvær íbindingar í landsvegin fram við Hvalvík og Streymnesi. Í tí sambandi verður gjørd ein vinstrassnaringarbreyt í Streymnesi, sum hevur til endamáls at betra um ferðslutrygdina
Streymnes hevur tvær íbindingar til sjálva bygdina og Hvalvík hevur tvær til havnaøkið og neystini. Til tess at betra um ferðslutrygdina í hesum øki, hevur Landsverk í samstarvi við Sunda kommunu gjørt av at steingja eina íbinding í hvørjum staði.
Í Streymnesi verður ovara íbindingin stongd, tí har er verri útsýni eftir landsvegnum norðureftir. Niðara íbinding verður varðveitt í broyttum líki. Í Hvalvík er tað íbindingin, sum liggur nærri íbindingina við sjálva bygdina, ið verður stongd, meðan syðra íbindingin skal varðveitast.
Inntil bilførarar hava vant seg við nýggju ferðslutrygdarátøkini í Norðurstreymoy, verður ljósskelting sett upp við tær báðar stongdu íbindingarnar. Skeltingin í Hvalvík kemur at standa í eina viku, til bilverja er sett upp, ið endaliga fer at sperra íbindingina í landsvegin. Vegamótið í Streymnesi verður skeltað og sperrað á sama máta, sum til neystini í Hvalvík, men hetta verður ikki gjørt, fyrr enn arbeiðið at gera vinstrasnaringarbreytirnar er liðugt.
Meðan arbeiðið við vinstrasnaringsbreyt fer fram við busslumman við Streymnes, verður norðara íbindingin nýtt sum til- og frákoyring til bygdina.
Tey, sum vilja vita meir um ferðslubroytingarnar við Hvalvík og Streymnes, kunnu venda sær til Heina Eysturoy, leiðara á vegadeildini hjá Landsverk, tlf. 540 881 ella til kunningardeildina á tlf. 540 804 og 540 805, sum kann vísa til rætta viðkomandi.