28-05-2004
Landsverk skal stovnurin eita

Sum liður í innanhýsis visiónsarbeiðnum hjá LV, fekk stovnurin fríggjadagin 28. mai 2004 nýtt navn, visión/missión, búmerki, snið og heimasíðu.

Visiónsarbeiðið
Umheimurin broytist ongantíð so skjótt sum nú, og setir hetta ómetaliga høg krøv til fyritøkur og tann einstaka um at fylgja við og tillaga seg. Leiðslan hjá LV hevur í eitt longri tíðarskeið arbeitt miðvíst við at orða stovninum eina visión/missión - eitt felags stevnumið at stýra eftir. Nógv er gjørt burturúr at fáa starvsfólkini við í hesa tilgongd. Málið hevur verið, at øll skulu eiga sín lut í hesum arbeiði. Høvuðsendamálið við visiónsarbeiðnum er at veita samfelagnum so góðar tænastur sum yvirhøvur til ber. Visión/missión eru nú orðað og verða í dag 28. mai almannakunngjørd fyri øllum starvsfólkum hjá LV á einum evnisdegi á Maskinmiðstøðini hjá LV í Kollafirði. Sum liður í visiónsarbeiðnum, hevur leiðslan eisini arbeitt við at finna stovninum eitt nýtt navn, búmerki, snið umframt at dagføra og sniðgeva heimasíðuna av nýggjum. Tær innaru broytingarnar, sum nú fara fram, krevja eina ávísa broyting úteftir. Verður dentur lagdur á at fáa gjøgnumskygni, opinleika, meira kunning o.s.fr., krevur hetta ávísar broytingar. Stovnurin má gerast sjónligari í samfelagnum, og er eitt av málunum tí at gera meira vart við seg og stovnsins virksemi.

Nýtt navn
Nýggja navnið fyri Landsverkfrøðingin er Landsverk. Føroyamálsdeildin hjá Fróðskaparsetur Føroya hevur givið nøkur dømi um, hvussu nýggja navnið verður bent: Landsverk verður bent sum skip, t.e. Landsverk í hvør- og hvønnfalli og Landsverki í hvørjumfalli. Her eru nøkur dømi um nýtsluna: Stovnurin eitur Landsverk. Landsverk er almennur stovnur. Eg eri/arbeiði á Landsverki. Send tilfarið til Landsverk. Kom (oman/niðan/yvir) á Landsverk. Tað hevur leingi verið í umbúnað at fáa stovninum eitt nýtt navn, tí navnið Landsverkfrøðingurin hevur ikki verið nóg dekkandi seinastu árini. Í dag eru til dømis ikki longur bara verkfrøðingar á stovninum, men eisini byggifrøðingar, arkitektar, teknikarar og aðrir fakbólkar. Navnið Landsverkfrøðingurin er eisini eitt langt og tungt navn og riggar ikki so væl í útlendskum høpi. Kortini sleppur stovnurin ikki heilt tí gamla. Nýggja navnið hevur røtur í tí gamla, so ein kann siga, at virðini verða tikin við yvir í tað nýggja. ”Land” sigur framvegis, at talan er um ein stovn, sum arbeiðir fyri landið/fólkið. ”Verk” sigur okkurt um virksemi, og fær ein at hugsa um tað at byggja/skapa og fysisk viðurskifti, og tað ber framvegis til at nýta styttingina LV. ”Byggir land” Bæði visión og missión At byggja land er eitt jaligt hugtak við hollum støði í tí at byggja eitt land upp og at menna tað. Hugtakið er sum slíkt ”symbolskt” og leyst av tíð og staði. Tað er fólksligt og gerandisligt og gevur eina kenslu av óendaligari tilgongd. Tað fer altíð at kunna brúkast og er leyst av okkara avmarkaða hugsanarhátti. ”Byggir land” inniheldur bæði visiónina og missiónina hjá Landsverki. Visiónin er tað meira víða, heimspekingarliga, meðan missiónin er fullkomiliga ítøkilig. Sagnorðið byggja kann hava (minst) tríggjar merkingar: byggja upp, gera (t.d. byggja hús), búsetast og búgva. Ítøkiligi týdningurin í ”Byggir land” (missiónin) er, at uppgávan hjá Landsverki er at skapa, umsita og menna samferðslukervið og aðrar karmar í Føroyum. Í botn og grund er tað hetta virksemið, ið er tilverugrundarlag stovnsins. Nýggir litir Litirnir, grønt og gult, eru valdir. Grøni botnurin tengir seg at landi, meðan tann guli er valdur, tí hann stendur sera væl til tann grøna. Grønt og gult eru náttúrulitir. Um vit tala myndfrøðiliga um búmerkið og stavirnar, kunnu vit siga: Teir gulu stavirnir síggja út sum sóljur á grasgrønari summarfløtu. Grønt er tann mest sissandi liturin, meðan gult er tann mest øsandi liturin. Men við grønum botni verður heildarupplivingin rólig. Leggjast kann afturat, at øll amboð hjá Landsverki á vegunum umframt arbeiðsklæðir hjá starvsfólkum á vegunum so við og við verða gul.

Búmerkið
Vit síggja tríggjar bitlar ferðast hvør í síni ringrás. Hetta kann ímynda okkara trý høvuðsfak: Vegir, bygningar og havnir. Hesar ringræsur eru eins og hava somu miðju. Ein fær kenslu av, at har er nakað, sum melur í kring; okkurt kjarnukent (samlaður stovnur, støðufesti), sum ferðast út frá eini kjarnu (fleksibilitetur), tó ikki altíð í somu ringrás (tillaging til umheimin). Hugtakið, samstarv, kann tengjast at merkinum, tí bitlarnir ferðast í skipaðum, samsvarandi ringræsum við felags miðju. Samanumtikið kann sigast, at hóast búmerkið lýsir av ógvusligari orku og rørðslu, er tað kortini væl skipað. Heimasíða Samstundis sum stovnurin hevur fingið nýtt navn, visión/missión, snið og búmerkið, er heimasíðan eisini broytt. Umframt nýtt snið inniheldur hon nú ymiskar nýggjar tænastur so sum yvirlit yvir verkætlanir í gerð hjá Landsverki, verkætlanin nú, sum er ein nærri lýsing av eini ávísari verkætlan, ein nágreinilig vørulýsing við myndum av skervi, gróti og asfalti, ein tíðindateig, meiri tilfar um ferðslu o.a. Størri dentur verður nú lagdur á at hava nýtt tilfar á síðuni, soleiðis at bæði vanligir borgarar og fakfólk annars betri kunnu fylgja við í stovnsins virksemi.

At enda…..
Saman skulu starvsfólkini hjá Landsverki við hesum felags stevnumiði skapa ein tíðarhóskandi stovn og alla tíðina miða í móti at veita eina betri tænastu. Nú fyrst byrjar tann strategiska planleggingin, har hvør deild hjá stovninum og hvør einstakur skal seta sær mál og gera virkisætlanir, sum stremba eftir at røkka tí yvirornaða stevnumiðinum hjá stovninum. Hetta skal eftir ætlan skapa professionalismu og effektivitet gjøgnum betri skipað samstarv.

Úrslit: