Tørvurin á ábótum á landsvegakervinum er stórur, og tí er neyðugt neyvt at raðfesta í hvørji raðfylgju, arbeiðini skulu gerast. Seinastu tíðina hevur Landsverk sett nógv ymisk arbeiðir í verk, so avsetta játtanin verður nýtt so skilagott, sum tilber.
Umframt at fríhæddin í Hvalbiartunlinum er hækkað nakað, verður nú gjørt ymiskt fyri at bøta um trygdina í tunlinum. Millum annað við at seta upp sokallaði rýmingarljós fyri hvørjar 25 metrar, tríggjar ljósmastrar hvørjumegin báðar tunnilsmunnarnar, eins og nøkur víkipláss verða víðkaði, og eldsløkkjarar settir upp í tunlinum.
Onnur arbeiði í Suðuroynni eru breiðking av vegnum millum Lopra og Akrar á einum umleið 700 metrum. Í Fámjin verður byrgt upp fyri brimi við at gera eina sokallað bakkaverju fram við sjóvarmálanum. Eisini verða ábøtur gjørdar á vegateininum millum Trongisvág og Øravíkarlíð.
Á Streymoynni er Landsverk farið undir at seta upp gøtuljós frá rundkoyringini á Hvítanesvegnum og oman móti Kúrdalsvegi. Í Hósvík er arbeiðið við at gera vinstrasneiðingarbreyt inn í bygdina tikið uppaftur, og hetta verður liðugt í næstum.
Somuleiðis skal í Eysturoynni gerast vinstrasnaringarbreyt við tilkoyringina oman móti Skála, so vegamótið verður tryggari. Hetta arbeiðið kemur ivaleyst at vara árið út. Í Leirvík er arbeiðið við at binda Fjøruvegin í tunnilsvegin við Norðoyartunnilin byrjað. Eisini hetta kemur at halda fram árið út. Selatraðarvegurin er smalur nógvastaðni, og í september byrjaði Landsverk at breiðka ein tein norðan fyri Kolbeinagjógv móti Selatrað.
Í Norðoyggjum er Landsverk farið undir at gera gongubreyt á einum umleið 700 metrar longum vegateini úr Klaksvík til Norðoyri. Eisini verða gøtuljós sett upp á hesum teini.
Øll hesi nevndu arbeiðini hjá Landsverki vera liðug áðrenn ársskiftið.