STARVSFÓLKARØKT: Trivaður og starvsfólkarøkt skulu setast í hásæti. Sum ein av teimum fyrstu almennu stovnum í Føroyum setir Landsverk HR-mennara í starv eftir nýggjár
5. januar byrjar 31 ára gamla Una D. Christansen úr Havn í starvi sum HR-mennari á Landsverki. Talan er um nýtt starv á stovninum, og við hesum raðfestir Landsverk starvsfólkamenning og trivað í tí nýggja árinum.
- Starvsfólkini eru okkara týdningarmesta tilfeingi. Tí er tað umráðandi, at vit sum stovnum brúka orku til starvsfólkini, bæði so at tey trívast og mennast, og á tann hátt, at vit royna at møta starvsfólkunum, har tey eru, sigur Elsa Johanna Høgenni, leiðari á Starvsfólkadeildini, har HR-mennarin fer at starvast.
Fjølbroytt starv
Starvið hjá HR-mennaranum verður fjølbroytt. Stovnurin hevur nógvar ætlanir á starvsfólkaøkinum og nýggi HR-mennarin sleppur at byggja økið upp heilt frá grundini.
HR-mennarin fær ein týðandi leiklut, tá ið nýggj starvsfólk skulu setast. Eisini fær hann eitt avgerðandi orð at siga, tá ið útbúgvingarpolitikkur og eldrapolitikkur skulu orðast fyri stovnin. Og sambært starvslýsingini skal hon ráðgeva og leiðbeina starvsfólkunum, og hon skal ganga fremst á trivnaðarøkinum.
Una D. Christiansen hevur útbúgving sum cand. merc. og síðani 2006 hevur hon starvast sum HR-mennari á amerikansku fyritøkuni Pulse í Danmark.
Har hevur hon eisini havt eitt sera fjølbroytt starv. Hon hevur verið við til at sett fólk í starv, hon hevur gjørt trivanaðarkanningar, ment starvsfólkapolitikk, røkt innanhýsis kunningaruppgávur og t.d. tikið sær av einum øki, tey kalla employers branding. Tað merkir snøgt sagt, at tú lýsir stovnin sum arbeiðspláss og ger onnur varug við tær fakligu avbjóðingar, sum finnast á arbeiðsplássinum.
Troyta tilfeingið
Elsa Johanna Høgenni ivast onga løtu í at HR-mennarin verður ein góð íløga fyri Landsverk:
-Tað eingin ivi um at vit fáa ein betri stovn av hesum. Tað er staðfest, at starvsfólk, sum hava góðar umstøður trívast betri og leggja meira orku í sítt arbeiði. Starvsfólkini vera somuleiðis betri við sítt arbeiðspláss, og tað tænir eisini stovninum, sigur starvsfólkaleiðarin.