Álvarsliga støðan, sum landshúsarhaldið er komið í, ber í sær, at mest sum allir almennir stovnar skulu finna sparingar í komandi ári. Fíggjarkarmurin fyri 2011, sum var samtyktur í vár, áleggur Landsverki at spara 4,1 mió kr.
Leiðslan á Landsverki hevur nú gjørt eina spariætlan, sum stovnurin skal fremja fyri at røkka hesum máli. Hetta hevur nú við sær, at Landsverk í dag handar fimm starvsfólkum ætlanarskriv um uppsøgn til hoyringar. Talan er um fýra starvsfólk á høvuðsskrivstovuni í Havn og ein formann á vegadeildini fyri Suðurstreym. Harafturat fer eitt starvsfólk á framleiðsludeildini frá vegna aldur, og eitt millumleiðarastarv fellur burtur. Fyrr í ár vóru tvey starvsfólk á høvuðsskrivstovuni søgd úr starvi orsakað av sparingum, og er talan tí samanlagt um átta størv, sum í ár eru niðurløgd á Landsverki orsakað av sparingum.
Fleiri sparitiltøk
Afturat hesum verða eisini onnur sparitiltøk sett í verk, sum raka virksemi stovnsins breitt. Tó fara sparingarnar mest at gera um seg í sjálvum rakstrinum og viðlíkahaldinum av landsvegunum.
”Vit hava nú mett um fleiri ymiskar framtíðar spariloysnir á vegakervinum og á stovninum sum heild og hava valt tey tiltøk, sum ganga minst út yvir beinleiðis tænastuna til fólkið. Tó eru vit komin har til, at ikki slepst undan, at hetta rakar sjálva tænastuna á vegakervinum”, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.
Landsverk hevur seinastu 15 árini raðfest játtanina soleiðis, at brúkarin merkir so lítið til hesa minkandi játtan, sum til ber. Stovnurin ásannar tó, at mark er fyri, hvussu effektivur tú kanst blíva, uttan at hetta rakar tænastuna beinleiðis. Roknast má tí við, at støðið á samlaða infrakervinum fer at falla. Borgarin fer at leggja til merkis, at tænastan versnar. Alsamt fleiri vegateinar verða bøttir í staðin fyri at verða nýasfalteraðir, og vegateinar fara at liggja fresaðir í longri tíðarskeið, áðrenn asfalt verður lagt á. At enda kann roknast við, at tað fer at taka Landsverki longri tíð at fáa viðurskifti í rættlag, eftir eitt nú áarføri, omanlop og tílíkt.
Við tí játtan, sum er sett fyri 2011, fer landsvegakervið framhaldandi at forfalla við økjandi ferð. Landsverk vónar, at hendan støðan ikki varðar við í fleiri ár, og heitir á fólk um at vísa tolsemi í sambandi við íverksetanina av hesi spariætlan. Við góðum vilja frá øllum pørtum í samfelagnum kann hendan støðan vera haldbar í eitt tíðarskeið. Um fleiri ár ganga, má tó roknast við, at hetta fer at hava við sær stórar fíggjarligar avleiðingar, og at vælferðarstøðið á ferðslu og ferðing fellur.
Um tú vilt vita meira um hetta málið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oyvind Brimnes, stjóra, á tel. 290 801 ob@lv.fo