16-03-2010
Landsverk roynir elbil
ELBILAR: Nakrar fyritøkur hava nú roynt elbilarnar hjá SEV, sum komu til Føroya úr Danmark beint fyri árslok í 2009, og sum skulu royndarkoyrast í Føroyum í tríggjar mánaðir. Fyrrapartin í dag fekk Landsverk so høvi at royna ein av hesum nógv umrøddu elbilunum

Føroyar skal eftir øllum at døma vera eitt royndarland við elbilum. Elbilarnir hjá SEV eru vanligir Citroen C1 bilar, sum eru umbygdir til elbilar: Citroen C1 EVie. Teir koyra í mesta lagi 50 km/t, hava ein elmotor við 30 kw ella 40 HK og kunnu koyra einar 60-70 km uppá eina løðing.


Stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, á veg inn í býin við elbilinum hjá SEV.


Sambært Oyvindi Brimnes er stórt sæð eingin munur á, hvussu ein elbilur og ein vanligur bilur ljóða, tí nýggir bilar eru jú eisini so ljóðleysir í dag.

Roynist væl til býarkoyring
Tað var stjórin á Landsverki, Oyvindur Brimnes, sum royndarkoyrdi elbilin fyrrapartin í dag. Hann koyrdi ein túr oman í býin, Yviri við Strond og so aftur á Tinghúsvegin.

Spurdur, hvat honum dámdi biltúrin, var hann skjótur at svara: "Um varandi orka kann løða bilarnar, er hetta avgjørt eitt spennandi prosjekt, og bilurin roynist sera væl til býarkoyring," segði stjórin á Landsverki.

Tað er gott, at tú ikki sleppur avstað við bilinum, áðrenn tú hevur tikið "stikkið" úr", segði ein smílandi Oyvindur, tá ið hann var mintur á at taka stkkið úr, áðrenn farið var á rull.

Úrslit: