SAMSTARV: SEV hevur tørv á at útbyggja, umleggja og leggja nýtt el-net í verandi og nýggjar vegir. Landsverk er landsvegamyndugleiki og skal tryggja teimum ferðandi tryggar og góðar umstøður á landsveganetinum. Í morgun hava Landsverk og SEV skrivað undir samstarvsavtalu, sum skal effektivisera hetta samstarvið ferðsluni og teimum ferðandi á landsvegunum at gagni, samstundis sum umsitingin verður effektivari og harvið bíligari.
Tey ferðandi á landsveganetinum skulu órógvast minst møguligt. Skulu nýggjar el-leiðingar, umvælingar og umleggingar av el-leiðingum gerast, skal hetta vera til minst møguligan ampa fyri tey ferðandi og fyri ferðslutrygdina á landsveganetinum. Tað er tí upplagt, at SEV og Landsverk saman arbeiða fyri, at slík inntriv í landsvegirnar verða avgreidd so skjótt og greitt, sum til ber.
- Neyðugt er við góðum og tøttum samstarvi stovnanna millum, soleiðis at tilfeingið í samfelagnum verður gagnnýtt á skilabestan hátt. Høvuðsendamálið við avtaluni er at fáa í lag eitt gott og skipað samstarv millum hesar báðar týðandi leikararnar í føroyska samfelagnum, sigur Hákun Djurhuus, stjóri á SEV.
Fyrrapartin í dag var ein samstarvsavtala millum SEV og Landsverk undirskrivað. Avtalan skal tryggja, at partarnir kunna hvønn annan um framtíðar ætlanir, hava innlit í tíðarætlanir, krøv og annað hjá hvørjum øðrum, so hesar ætlanir ikki stoyta saman, og óneyðug bíðitíð uppstendur.
Í avtaluni stendur eisini, at fundir verða avtalaðir við jøvnum millumbilum at umrøða ætlanir og tilrættislegging av møguligum framtíðar arbeiðum hjá pørtunum.
Vilt tú vita meira um hesa avtalu, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Oyvind Brimnes, stjóra á Landsverki, tel. 290 801 ella Hákun Djurhuus, stjóra á SEV, tel. 211 161.