30-08-2022
Landsverk lyklaleiklut í altjóða tunnilsráðstevnu
Landsverk luttekur í World Tunnel Congress í Keypmannahavn mánadagin 5. september.

Mánadagin 5. september verður Landsverk við til at seta altjóða tunnilsrástevuna World Tunnel Congress, sum í ár verður hildin í Bella Centrinum í Keypmannahavn. Onnur, ið eisini eru við at seta ráðstevnuna, er danski Ferðslumálaráðharrin Trine Bramsen og fyrrverandi ES-kommiserurin fyri umhvørvið Connie Hedegaard.

Heitið á framløguni er "Removing the Island Barrier - Socio-economic impacts of tunnels", sum í stóran mun tekur støði í búskaparligu frágreiðingini um Suðuroyartunnilin. Hendan frágreiðingin er í hesum sambandi umsett til enskt og kann takast niður her.

Teir sum koma at halda framløguna eru Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverk og Brandur Sjúrðarson, vinnubúskaparfrøðingur.

 

Niðanfyri sæst ein sjónbanda brellbiti av framløguni.

/Files/Images/Brandur Sjúrðarson & Sigurd Lamhauge.mp4

Úrslit: