28-10-2013
Landsverk livir við kritikki hvønn einasta dag
Sosialurin hevur í tveimum útgávum í síðstu viku roynt at sáa iva um, hvørt uppsøgnin av einum byggileiðara í sambandi við skúlaverkætlanina við Marknagil var í lagi. Í oddagreinini í blaðnum fríggjadagin undir heitinum “Forklára teg Ewald”, setir høvundurin retoriska spurningin “Er ikki pláss fyri kritikki í Marknagili”.

Ewald Kjølbro, stjóri
Landsverk


Jú, sjálvandi er pláss fyri kritikki her, eins og tað er í sambandi við eina og hvørja aðra verkætlan, sum Landsverk varðar av. Hetta eru umstøður, sum stovnurin livir við hvønn einasta dag. Og jú, eg vil fegin forklára meg enn einaferð.

 

Eg havi ta áskoðan, at konstruktivur kritikkur beinleiðis er ein fortreyt fyri at fáa eitt mál lýst best møguliga. Jú fyrr slíkur kritikkur kemur, eins og tað hevur verið í sambandi við Marknagil, jú betri og lættari er at rætta inn, tá hetta er neyðugt. 

 

Í greinini inni í blaðnum fríggjadagin undir heitinum “Landsverk kippir kritikarar” stendur, at “Landsverk hevur spælt sær av við øll fólkini, sum kunnu geva eitt mótspæl til ráðgevar og arbeiðstakarar, sum kunnu fyrihalda seg kritiskt til verkætlanina”. Hendan útsøgnin byggir á niðurstøðu í kæruni frá fyrrverandi byggileiðara, sum mátti fara úr starvi í februar, tí grundarlagið undir starvinum ikki var til staðar longur, og framvegis ikki er tað. 

 

Her er neyðugt við eini rættleiðing. Av teimum fýra fólkunum, sum vóru knýtt at verkætlanini við Marknagil, eru framvegis helmingurin í starvi. 

 

Áðrenn byggileiðarin fór frá, valdi verkætlanarovastin at siga upp og flyta aftur til Danmarkar, har hann fór í annað starv, tá uppsagnartíðin á Landsverki var úti. Tað var sjálvandi óheppið, at ein slíkur lyklapersónur valdi at fara, men síðani tá er nýggjur maður komin í hansara stað, umframt tey áðurnevndu tvey, sum framvegis arbeiða við verkætlanini. Harafturat hevur stovnurin havt ráðgeving uttanífrá, sum hevur luttikið í at granska verkætlanina. 

 

Fráfarni byggileiðarin, sum einans var í starvi á Landsverki í seks mánaðar, var ikki lyklapersónur í teimum fasum, sum verkætlanin higartil hevur verið í. Heldur ikki hevði hann nakað beinleiðis samskifti við ráðgevararnar. Ongin annar byggileiðari er settur í hansara starv enn og verður tað heldur ikki, fyrr enn fleiri arbeiðstøkur eru farnar í gongd. Væntandi um nakrar mánaðir.

 

Tað kann sjálvandi vera torført hjá teimum, sum ikki kenna byggivinnuna, at seta seg inn í, hvussu ein byggitilgongd virkar frá byrjan til enda. Orsakað av, at verkætlanin gjørdist munandi dýrari, enn fíggjarkarmurin loyvdi, er hon nógv seinkað og er framvegis í fyrra helmingi á tí fyrstu arbeiðstøkuni, sum er jørð og beton. Tað vil siga, at tað er jørðarbeiðið, sum verður gjørt nú. Og í veruleikanum er ikki brúk fyri meira enn einum byggileiðara úti á plássinum, fyrr enn fleiri arbeiðstøkur eru byrjaðar. 

 

Fyri at venda aftur til uppsagnarmálið av byggileiðaranum, fari eg staðiliga at vísa aftur, at uppsøgnin er framd uttan haldgóða grundgeving. Orsøkin er eina og aleina, at verkætlanin dróg út, og at 

grundarlagið undir starvinum hjá byggileiðaranum var burtur. 

 

Forkláringin er hendan: Eftir lisitatiónina 28. august 2012, har samlaðu tilboðini lógu 155 mió. kr. oman fyri játtanarkarmin í verklagslógini, var longu greitt, at um tað skuldi vera møguligt at gjøgnumføra verkætlanina, gjørdist neyðugt við stórum sparingum. 

 

Sum byggiharri hevði Landsverk sjálvandi eina týðandi uppgávu at finna allar tær sparingar, sum vóru møguligar. Stovnurin fór tí beinanvegin undir at greina verkætlanina við tí endamáli at finna hesar sparingar. Væl at merkja uttan at hetta grundleggjandi mátti ganga út yvir dygdina á verkætlanini. Eisini sjálvt um tað møguliga ikki bar til at røkka einum byggikostnaði, ið helt seg innan fyri táverandi játtanarkarm. 

 

Hóast eina eykajáttan á 64 mió. krónur, var framvegis neyðugt við øllum hugsandi sparingum. Stóru sparingarnar gjørdu samstundis, at verkætlanin mátti endavendast og í stóran mun teknast av nýggjum. Orsakað av hesum víðfevndu eykauppgávum, kundi ikki roknast við myndugleikagóðkenning, fyrr enn í fyrsta lagi við endan av august 2013. 

 

Sum natúrlig avleiðing av hesum útgreinandi arbeiði, bar ikki til at fara undir bygging, fyrr enn seint á heysti 2013. Av somu orsøk var ikki brúk fyri meira enn einum byggileiðara á sjálvum byggiplássinum, fyrr enn tá. 

 

Ætlanarskrivið hjá Landsverki um uppsøgn varð avhendað byggileiðaranum 1. februar 2013, tá lagnan á verkætlanini við Marknagil framvegis var óviss. Hetta tí tilboðini til sjálva byggingina lógu langt oman fyri játtanarkarmin. Hendan støðan var galdandi líka fram til 22. mars 2013, tá uppskotið um eykajáttan varð samtykt í Løgtinginum. 

 

Fráfaringaravtalan, sum varð undirskrivað 23. mai 2013, kom í lag eftir ynski frá byggileiðaranum sjálvum og hevði ikki nakað beinleiðis samband við sjálva uppsøgnina at gera, eftirsum hoyringsskrivið um uppsøgn varð avhendað longu 1. februar 2013. Tað er einki óvanligt í, at almenn starvsfólk fáa fráfaringaravtalur, tá serligar umstøður gera seg galdandi.

 

Í greinunum í Sosialinum verður nevnt, at byggileiðarin umvegis advokat í eini kæru til Innlendismálaráðið hevði viðmerkingar til verkætlanina, sum millum annað snúgva seg um vánaliga góðskutrygging av arbeiðinum. 

 

Til hetta er at siga, at tað er heilt vanligt í stórum verkætlanin, at ymisk viðurskifti ikki er fingin endaliga upp á pláss í hesi fasu á verkætlanartilgongdini . Fyri at avdúka møguligar veikleikar ella feilir í eini verkætlan, verður tí skipað fyri eini innanhýsis gransking, so ivasom viðurskifti kunnu rættast. 

 

Ein partur av hesum er endalig góðskutrygging, sum sostatt í góðari tíð er komin í rættlag, áðrenn sjálv byggingin byrjar. Nakað, sum er heilt natúrligt. 

 

Tað er altíð keðiligt at siga starvsfólkum farvæl, men í hesum føri bar tíverri ikki til at gera annað. Byggileiðarin var áramálssettur og løntur av sjálvari verkætlanini og var harvið ikki partur av fasta 

starvsfólkahópinum hjá Landsverki. Tað bar tí ikki til at finna annað starv á stovninum til hansara. 

 

Longri er tann søgan ikki, hóast ídnu royndina hjá Sosialinum at spinna nakað annað burturúr.

Úrslit: