23-05-2005
Landsverk kannar flogvallaviðurskifti

Landsverk hevur nú sett skjøtil á eina kanning, sum skal lýsa møguleikarnar fyri at byggja flogvallir í Føroyum, og sammeta hesar møguleikar við dagføring av verandi flogvølli í Vágum.

Av tí at talan hevur verið um at yvirtaka flogvøllin í Vágum, er parturin av kanningini, sum skal lýsa útbygging av flogvøllinum í Vágum, raðfest fyrst. Tað er norski felagin NAR Consulting A/S, sum hevur ráðgivið og Landsverk hevur fingið metingar (sonevnd 'second opinions') frá Oslo Lufthavn, íslendsku flogferðslu-mynduleikunum og Statens Luftfartsvæsen. Ein frágreiðing er gjørd um hendan partin Les her: Vagar-rapport.pdf (1,87 MB)



Nú verður so farið undir næsta stig av kanningini, og í hesum sambandi fara umboð fyri Landsverk í hesi vikuni á fund við norðurlendsku samstarvsfeløgunum. Finnast skal m.a. útav, hvørjir ráðgevarnir í víðari arbeiðinum verða.

Úrslit: