Landsverk fer nú at kannað um nakað óvanligt er við ferðsluforðingini, sum herfyri varð sett upp í Sandavági. Hetta hendir eftir at ein 65 ára gamal maður á prutli doyði, eftir at hann hevði rent á ferðsluforðingina leygardagin.
Sambært Oyvindi Brimnes, stjóra á Landverki er arbeiði gjørt eftir forskriftunum og er eftirmett av einum ferðslurevisori. Oyggin, sum er gjørd á vegnum er merkt við skeltum og lýst er alment við arbeiðnum í longri tíð.
Fyrr enn kanningarnar hjá politinum eru lidnar ber ikki til at koma við avgjørdum niðurstøðum, sigur Oyvindur Brimnes. Landsverk harmast um hendingina, og vil gera alt fyri at ferðslutrygdin er í hásæti.
- Ein vanlukka er altíð ein vanlukka ov nógv. Vit taka hettar í størsta álvara og fara at kannað um nakað kundi verið gjørt øðrvísi, tí ferðslutrygdin skal altíð hava høga raðfesting í okkara arbeiði, sigur Oyvindur Brimnes.