27-07-2011
Landsverk hevur sett leiðara fyri byggideildina

STARVSSETAN: Leiðslubólkurin á Landsverki er nú fullmannaður aftur, eftir at bygnaðurin á stovninum varð broyttur í juni. Hetta merkti, at tær átta táverandi deildirnar ígjøgnum samanleggingar vórðu minkaðar niður í fýra. 40 ára gamli Høgni Setberg er júst settur í starv sum leiðari fyri byggideildina á Landsverki

Høgni Setberg varð í 2002 útbúgvin sivilverkfrøðingur á University of Californina í Davis. Seinastu seks árini hevur hann starvast hjá Caltrans, sum er systirstovnur hjá Landsverki í amerikanska statinum Kalifornia. Millum annað hevur Høgni Setberg verið projektleiðari og varaprojektleiðari í risastórum brúgva- og motorvegaverkætlanum í San Francisco-økinum. Heili 21.000 fólk starvast hjá Caltrans. Fyrstu tvey árini eftir útbúgvingina starvaðist Høgni Setberg hjá Imbsen & Associates, ið er ein kend amerikanskt fyritøka innan projektering av brúm.

- Eg haldi hetta vera eitt sera spennandi og vítt fevnandi starv við stórum avbjóðingum. Eisini gleði eg meg at flyta heim aftan á so nógv ár uttanlands, sigur nýggi leiðarin á byggdeildini á Landsverki.

40 ára gamli Høgni Setberg, ið er ættaður úr Havn, tekur við starvinum 1. oktober.

Úrslit: