31-01-2006
Landsverk hevur nú eitt høvuðsnummar fyri alt landið

Einfalt
Fyri at betra um tænastuna fekk Landsverk 1. februar 2006 nýtt høvuðsnummar galdandi fyri alt landið.

Nýggja nummarið er: 340 800

Frá fastnet- til fartelefonskipan
Nummarbroytingin er liður í skiftinum frá fastneti til fartelefonskipan. Hetta merkir, at nærum øll fastnettelefonnummur hjá Landsverki eru niðurløgd.

Øll fartelefonnummur hjá starvsfólkunum eru at finna her á heimasíðuni, á nummar.fo ella við at venda sær til nummarkall.

Høvuðsfaks
1. februar 2006 fekk Landsverk eisini nýtt høvuðsfaksnummar og nýtt nummar fyri koyrilíkindir:

 Høvuðsfaksnummarið: 340 801 Koyrilíkindir: 340 802

 

Úrslit: