Landsverk hevur nú tøkni og førleika at gera numeriskar aldusimuleringar, sum kunnu vísa, hvussu ein ætlað broyting ávirkar kyrruna í einum havnarlagi.
Ewald Kjølbro, deildarleiðari á havnadeildini hjá Landsverki: "Kanningarhátturin verður róptur ein 'numerisk simulering' og verður nýtt, tá avgerðir um útbygging ella útfylling í havnarløgum skulu takast. Tað kann t.d. vera at leingja ein brimgarð, at gera nýggja bryggju ella at leggja flótibrúgvar út."
Tá ein útbygging ella einhvør broyting skal gerast, verða aldu-, dýpdar- og vindmátingar gjørdar. Hesar upplýsingar hava m.a. verið sendar Danskt Hydrauliskt Institut, sum hevur gjørt numerisku simuleringarnar fyri Landsverk.
Numerisku simuleringarnar hava í flestu førum avgerandi týdning fyri skap og legu av ætlaðu út- ella umbyggingini. Tað kemur t.d. fyri, at fyrsta uppskotið ikki gav ta kyrru, sum roknað varð við ella, at kanningin vísir, at ein verjugarður einans nýtist at vera hálvt so langur sum ætlað. Samanumtikið kann sigast, at numeriskar simuleringar eru við til at optimera havnabyggingina bæði viðvíkjandi kyrru og kostnaði.
Tvey dømi
Tekning 1 niðanfyri er eitt dømi um, hvussu dáta kunnu leggjast fram. Tekningin vísur dýpd uttanfyri og í einum havnarlagi. Tað gráa økið er land og gula økið, sum fer inn í tað gráa økið, er innsiglingin. Innsiglingin og økið inni í havnini er millum 3-5 metrar djúpt.