06-10-2004
Landsverk fingið KT-politikk

Av tí at KT er ein so týðandi partur av virkseminum hjá Landsverki og at alsamt størri krøv verða sett til KT trygdina, hevur Landsverk, sum ein av teimum fyrstu føroysku stovnunum, orðað ein yvirskipaðan KT-politikk.

Endamálið er, at KT-politikkurin - við atliti at visiónini - skal vera yvirskipaða regluverkið fyri Landsverk, tá talan er um skipan, leiðslu og útinnan á KT-økinum.

KT-politikkurin skal í høvuðsheitum tryggja

Skipað viðurskifti innan KT nýtsluna
Trygd í KT kervinum og skipanum
Betri trivnað millum starvsfólkið.

Hetta skal vera við til at skapa grundarlag fyri eini effektivari nýtslu av tøkni og tilfeingi og sostatt eini betri tænastu mótvegis borgarunum og samfelagnum.

Talan er um ein yvirskipaðan KT-politikk. Fyri framman liggur arbeiðið at orða tær meira ítøkiligu mannagongdir og praktisku leiðreglur, sum skulu fylgjast í tí dagliga arbeiðinum. Hetta verður millum annað gjørt í samstarvi við starvsfólkið á stovninum.

Innihaldið í yvirskipaða KT-politikkinum hjá Landsverki er at síggja her.

Úrslit: