100 ára haldið hjá Tórshavnar kommunu hevur bílagt tónleikaverk frá SIC.
Við heitinum "100 ár – 1000 sár", hevur tónleikabólkurin SIC gjørt eitt tónleikaverk, sum skal tónseta ein biltúr gjøgnum miðbýin í Havn.
Biltúrurin er ein filmur, sum Landsverkfrøðingurin tók upp, tá ið vegastrekkir í Føroyum vóru merkt í 1977.
Eisini fer SIC ísv. við framførsluna, at taka upp film av miðbýnum í dag, fyri at vísa munin á miðbýnum í 1977 og nú.
Filmurin kann upplivast í myndum og tónum frá SIC á Tjóðpallinum í Tórsgøtu mentanarnáttina, sum verður 5. juni 2009.
Eisini ber til at síggja filmin, sum Landsverkfrøðingurin tók upp í 1977 her
Á myndini: SIC saman við varaborgarstjóra Boga Andreassen, formanninum í mentamálanevndini Jógvan Arge og umboð fyri Landsverk, Lív G. Olsen.