Tað er týdningarmikið við jøvnum millumbilum at varpa ljós á viðurskifti, ið kunnu vera við til at bera okkara samfelag framá. Soleiðis er eisini við arkitekturdøgunum, sum verða hildnir á hvørjum ári, har Arkitektafelag Føroyar setir byggilist á dagsskránna.
Planlegging er lyklaorðið, og tí verður á Landsverki lagdur dentur á at gera eina fullførda byggiskrá, sum lýsir ynski, krøv og tørv fyri einstaka bygninginum, áðrenn farið verður undir at projektera og síðani byggja. Ein av stóru avbjóðingunum í dag er at skapa felags forstáilsi fyri verkætlanargongdini í sambandi við bygging sum heild, soleiðis at eitt nú tað fíggjarliga altíð fylgir við teimum krøvum, sum byggiánarin setir til verkætlanina. Somuleiðis er tað ein avbjóðing fyri arkitektin at fáa bæði tað byggilistarliga og fíggjarligu orkuna til ta einstøku verkætlanina at passa saman.
Avgerandi dentur eigur at verða lagdur á, at hvør einstakur bygningur fær eitt innbjóðandi og tíðarhóskandi snið, ið er vert hjá brúkaranum og okkum íbúgvum at síggja og njóta. Hetta er stóra avbjóðingar hjá bæði Landsverki og teimum arkitektum, sum bjóða seg fram til at sniðgeva bygningin, tá verkætlanin verður boðin út.
Tað er ongin loyna, at viðlíkahaldið av almennum bygningum hevur torført at fylgja við tørvinum á viðlíkahaldi. Í hesum sambandi er tað neyðugt, at stovnar og aðalráð gera neyðugar tørvslýsingar um virksemið, sum fer fram ella kemur at fara fram í bygninginum. Somuleiðis at upplýsa um møguligar framtíðar samanleggingar av stovnum, ella um aðrar broytingar kunnu væntast at verða framdar.
Landsverk hevur ígjøgnum longri tíð arbeitt við at skráseta bygningahópin hjá landinum og at gera støðulýsingar og soleiðis fáa yvirlit yvir støðuna á hvørjum einstøkum bygningi. Sostatt er lættari at gera av, um tað loysir seg at umvæla ein ávísan bygning, ella loysnin heldur er at taka niður og byggja nýtt. Í hesum sambandi spælir viðlíkahald ein týdningarmiklan leiklut, tá tað kemur til livitíðina á bygningum. Verður ein bygningur ikki viðlíkahildin, styttist livitíðin, og tí kann úrslitið av vánaligum viðlíkahaldi vera avgerandi fyri, hvørt ein bygningur stendur til at bjarga ella ikki. Hetta eigur at vera ein avgerandi táttur í fíggjarlógararbeiðinum, so viðlíkahald fær neyðugan ans haðani.
Landsverk ynskir so vítt møguligt, at byggilistin samsvarar við ta tíð, bygningurin er gjørdur. Er niðurstøðan tann, at bygningurin eigur at verða umvældur, er týdningarmikið at fáa hann førdan aftur í røttu tíðina. Er hann til dømis bygdur á trýatiárunum, eigur byggilistin at signalera trýatiárini og ikki øldina frammanundan, ella kanska nógv ár seinni. Við øðrum orðum skal bygningurin vera trúgvur ímóti teirri tíðini, hann upprunaliga er gjørdur í. Er talan um at byggja afturat verandi bygningum, er eins neyðugt at finna røttu javnvágina millum gamalt og nýtt. Tó eigur ein møguligur tilbygningur at signalera nútíðina.
Evnið á arkitektadøgunum í ár er “Arkitekturur í gerandisdegnum”. Hetta fevnir um alla byggilist, bygningar og býarrúm, sum vit dagliga gera nýtslu av. Millum annað verða hesir spurningar settir í sambandi við arkitektadagarnar: Hevur arkitekturur týdning í dagligdegnum? Er arkitekturur eitt luksusfyribrigdi, sum bert tey "ríku" hava ráð til? Hvat er arkitekturur í veruleikanum? Hvat er góður arkitekturur? Á hvønn hátt og hvar kunnu vit betra ymisk viðurskifti í samfelagnum við at raðfesta arkitekturin hægri?
Arkitekturdagarnir verða hildnir í Norðurlandahúsinum nú um vikuskiftið 2.-4. november.
Um nakar ynskir at vita meira um hetta evnið, kann viðkomandi seta seg í samband við Mikael Viderø, leiðara á byggideildini, Landsverk, tlf. 290851, ella til kunningartænastuna, tlf. 290804.