VEÐURSTØÐIR: Fólk frá Landsverki settu í farnu viku upp eina nýggja veðurstøð við Velbastaðháls, og um tvær vikur verður sett upp ein nýggj veðurstøð við Oyndarfjarðarvegin fyri ta støðina, sum koppaði í ódnini í november.
Eisini veðurstøðirnar á Høgareyni og Norðradalsskarði fingu skaða í illveðrinum í vetur og verða umvældar í næstum. Støðin á Høgareyni koppaði, og bæði mastur, akkumulatorskáp og sólpanelini fingu skaða, og má tí ein nýggj, sterkari mastur setast upp har. Veðurstøðin á Norðradalsskarði fekk skaða á sólpanelini, akkumulatorskápið og hitamátarin, og má somuleiðis umvælast.
Meðan nýggjar støðir verða settar upp á hesum støðum, er veðurstøðin, sum hevur staðið í økinum, har skúladepil skal byggjast við Marknagil, nú tikin niður. Støðin hevur mátað veður og vind ísv. stóru byggiverkætlanina við Marknagil, og er hendan kanningaruppgávan nú liðug.
Arbeitt verður miðvíst fram ímóti at fáa eina betri kunning til borgararnar um veðrið í vetrarhálvuni. Málið hevur verið og er framhaldandi, at øll, sum hava veðurupplýsingar fyri neyðini, skulu fáa fatur á hesum so skjótt og lætt sum yvirhøvur til ber, og nær á døgninum tað skal vera.
- Sjálvt um byrjanartrupulleikar hava verið við veðurstøðunum, so hevur neyvt eftirlit, tillagingar og støðug menning havt við sær, at vit hava nútímansgjørt vetrartænastuna hjá Landsverki. Úrslitið er, at tænastustøðið á kunningarøkinum er hækkað munandi, samstundis sum vit hava spart pening, sigur Gunnlaugur Sighvatsson á deildini fyri infrakervi, sum hevur dagligu ábyrgdina av veðurstøðunum hjá Landsverki.
Í 2010 gjørdi Landsverk eina nøgdsemiskanning av heimasíðuni, og vísti hendan eisini, at talið av vitjandi á partinum um veðrið á heimasíðuni landsverk.fo veksur í stórum.