25-10-2010
Landsverk er eitt gott praktikkpláss

Um miðjan august byrjaði 23 ára gamla Sarah Lundorff Fekih Winther í praktikk í bygningadeildini á Landsverki. Millum annað er hon knýtt at stóru verkætlanini við komandi skúladeplinum við Marknagil.

Sarah Lundorff Fekih Winther, sum er donsk verkfrøðislesandi, heldur, at Landsverk er eitt spennandi praktikkpláss við nógvum ymiskum uppgávum. Umframt byggiuppgávur, ið til dømis fevna um umvæling av prestagarðinum á Sandi og læknahúsunum á Tvøroyri, hevur unga danska kvinnan, sum í summar giftist við føroyingi, arbeitt við einum forriti til at skráseta viðlíkahaldi av bygningum, sum hon hevur skrivað eina brúkaravegleiðing til.

- Eg havi alla tíðina havt nokk av uppgávum at tikið mær av, og av tí sama hevur tíðin her gingið ógvuliga skjótt, sigur Sarah Lundorff Fekih Winther.

Ewald Kjølbro, leiðari á bygningadeildini, letur væl at arbeiðinum hjá praktikantinum.

- Hon er bæði dugnalig, ágrýtin og sjálvstøðug í sínum arbeiði. Serliga eru vit væl nøgd við, at hon hevur fingið forritið til at skráseta bygningar upp at koyra, sum vit vænta okkum at fáa stóra gleði av, sigur leiðarin á bygningadeildini. Hann mælir øðrum arbeiðsplássum til í størri mun at umhugsa at taka inn praktikantar.

- Fyri okkara viðkomandi haldi eg, at vit sum stovnur hava eitt spennandi og lærandi arbeiðsumhvørvi at bjóða fram, samstundis sum vit sjálvi fáa stóra gleði av at fáa ung lesandi hendanvegin, sigur Ewald Kjølbro.

Á bygningadeildini hjá Landsverki starvast fýra arkitektar, ein byggiverkfrøðingur, ein byggifrøðingur og ein tekniskur assistentur.

Prakktikktíðin varir til desember, áðrenn Sarah Lundorff Fekih Winther aftur fer í skúla fyrst í komandi ári. Tá er eitt ár eftir av lestrartíðini. Eftir loknan lestur hevur Sarah ætlanir um at taka ein yvirbygning í byggileiðslu, sum tekur tvey ár afturat. Í hesi tíðini skal hon aftur í praktikk í eitt hálvt ár.

- Eg kundi væl hugsað mær at komið aftur til Føroya tá at tikið praktikktíðina her, sigur Sarah Lundorff Fekið Winther.

Úrslit: