19-08-2008
Landsverk dyrgir eftir fakfólki
JOBMATCH: Landsverk verður millum stovnarnar og fyritøkurnar, sum fara at dyrgja eftir dugnaligum útisetum á starvstevnuni Jobmatch, sum verður í Keypmannahavn 26. og 27. september.

- Landsverk er ein stovnur, sum hevur og krevur nógv fólk við fakligari vitan. Tí bjóða vit okkum fram á Jobmatch.
Hetta sigur Elsa Johanna Høgenni, starvsfólkaleiðari á Landsverki, sum verður millum teir stovnar og fyritøkurnar, sum fara at vísa sítt virksemi fram á starvsstevnuni Jobmatch, sum verður á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Vinnan og tað almenna í Føroyum hava trupulleikar at finna skikkað fakfólk til ávís størv. Føroyski ungdómurin fer av landinum og fær sær góðar útbúgvingar – men alt fleiri koma ikki heimaftur til Føroya.

Landsverk er einki undantak. Tí vónar stovnurin at koma á tal við dugnalig fólk á Jobmatch, sum antin hava ella eru í ferð við at taka eina hægri útbúgving, eitt nú verkfrøðingar og arkitektar.



Gott fakligt umhvørvi
Elsa Johanna Høgenni sigur, at Landsverk kann bjóða eitt munadygt fakligt umhvørvi, sum er mennandi fyri fólk við hægri útbúgving.
-Landsverk er ein vitanartungur stovnur. Her arbeiða nógv fólk við hægri útbúgving, so sum verkfrøðingar og arkitektar og aðrir serfrøðingar. T.d. arbeiða einir 15 verkfrøðingar á stovninum. Tað merkir, at vit hava eitt rættuligt fakligt umhvørvi, har starvsfólkini hava góðar møguleikar at samstarva og mennast fakliga, sigur starvsfólkaleiðarin.



Týðandi arbeiði
Elsa Johanna Høgenni sigur, at ein av fyrimununum við at arbeiða hjá Landverki er, at hettar er eitt arbeiði sum veruliga gevur meining.
-Fyrimunurin við at arbeiða hjá Landsverki er, at tú ert við at skapa varandi virðir í samfelagnum. Okkara fólk byggja t.d. vegir, skúlar og havnir, og eru sostatt við til at skapa fortreytir fyri samfelagsmenningini. Tey gera eitt arbeiði, sum veruliga munar. Tú kanst siga at tey eru við til at byggja land.



Bás og framløgu
Landsverk fer at hava ein framsýningarbás á Jobmatch í Keypmannahavn. Harumframt fer stovnurin at skipa fyri eini framløgu, har høvið verður hjá útisetunum at frætta nærri um starvsmøguleikarnar á einum av landsins størstu arbeiðsplássum.
Tey, sum vilja hava meira at vita um Jobmatch kunnu leita sær á heimasíðuna hjá starvsstevnuni, sum er www.jobmatch.fo

Úrslit: