17-10-2012
Landsverk brynjað til veturin
VETRARHALD: Veturin stendur fyri durum og hálkan hevur longu gjørt vart við seg. Bilarnir skulu tí skøðast hareftir, og tann 16. oktober var aftur loyvt at koyra við píkum.

Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum. Á hvørjum ári hittast starvsfólkini í vetrarhaldinum til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri seinasta vetur verða lýst, og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting komandi vetur verður umrøtt.

Hagtøl frá undanfarnum árum vísa, at hálka oftani kemur fyri longu í oktober, og kann koma fyri langt út í apríl og mai. Í fjør var seinasti hálkudagur skrásettur at vera so seint sum tann 18. mai. Í fjørvetur vóru tilsamans 101 hálkudagar, og til at basa hálkuni nýtti Landsverk 2.262 tons av vegsalti og 55 rúmmetrar av lakasalti.

Til ber at kunna seg um veðrið og koyrilíkindi á heimasíðuni hjá Landsverki og umvegis Landsverksappina, ið vísir seinastu mátingarnar um veðrið frá teimum 26 veðurstøðunum, ið Landsverk hevur kring landið. Umframt at kunna seg um veðrið, ber eisini til at lesa tíðindi og kunngerðir á appini. Les meira um appina her.

Til ber eisini at kunna seg um vetrarferðslu á heimasíðuni hjá Landsverki. Vit spyrja, um bilurin er vetrarklárur, veita góð ráð um koyring í vetrarferðsluni, upplýsa hvar og nær vit salta og rudda kava, eins og vit vísa á, hvussu veðrið hevur háttað sær vetrar frammanundan. Les meira um alt hetta á heimasíðuni her.

Um nakar vil vita meira um hetta evnið ber til at venda sær til Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðara á Landsverki, tlf. 290 882, ella til samskiftistænastuna á tlf. 290 804 / 290 814.

Úrslit: