18-10-2011
Landsverk brynjað til veturin

VETRARHALD: Veturin stendur fyri durum, og tað merkir, at bilarnir skulu skøðast hareftir. Longu náttina til mánadagin fór hitin niður um frostmarkið, og tað merkti hálku í støðum. Eins og undanfarin ár hevur Landsverk brynjað seg til veturin, og vetrarliðið hjá stovninum er til reiðar at fara út við maskinum og saltbilum, tá brúk er fyri hesum.

Á hvørjum ári hittast arbeiðsfólkini í vetrarhaldinum hjá Landsverki kring landið til ein vetrarfund, har skrásett hagtøl fyri veturin verða lýst, og tað praktiska í sambandi við kavarudding og salting verður umrøtt.

Hagtøl aftur í árini vísa, at hálka oftani kemur fyri longu í oktober-mánaða, og kann koma fyri langt út í apríl. Í ár hevur hálkan longu gjørt vart við seg, tí hált var millum annað á Oyndarfjarðarvegnum náttina til mánadagin og mánamorgunin.

Fyri seinasta vetur vísa hagtølini til dømis, at fyrsti hálkudagur var 18. oktober 2010 og seinasti hálkudagur var 29. mars 2011. Í fjørvetur vóru tilsamans 104 hálkudagar, og til at basa hesum hálkudøgum nýtti Landsverk 1.248 tons av vegsalti og 400 rúmmetrar av lakasalti.

Sum liður í vetrartænastuni hava vit á Landsverki í ár valt at gera meira burturúr kunningini her á heimasíðuni til bilføraran, sum skal út at koyra í vetrarferðsluni. Vit spyrja, um bilurin er vetrarklárur, veita góð ráð um koyring í vetrarferðsluni, upplýsa hvar og nær vit salta og rudda kava og vísa á, hvussu vetrar frammanundan hava verið.

Un nakar vil vita meira um hetta evnið ber til at venda sær til Mikkel Heide Frandsen, rakstrarleiðara á Landsverki, tlf. 290 882, ella til samskiftistænastuna á tlf. 290 805. 

Úrslit: