28-09-2010
Landsverk bøtir um ferðslutrygdina

FERÐSLUTRYGD: Seinastu árini hevur Landsverk arbeitt við at gera ábøtur á vegakervinum, sum hava til endamáls at betra um ferðslutrygdina. Arbeitt verður á tveimum mótum – at royna at fyribyrgja at óhapp henda, og um tey so kortini henda, at minka um avleiðingarnar. Bæði við støði í nullhugsjónini – at ongin skal doyggja ella fáa álvarsligan løst í ferðsluni.

Til tess at forða fyri álvarsligu avleiðingunum av ferðsluóhappum verða nógvir fastir lutir fram við vegnum fluttir. Har hetta ikki ber til, verður hetta gjørt við at seta upp bilverju framvið. Sum nakað nýtt verða eisini ferðslutrygdarábøtur gjørdar í fleiri rundkoyringum.

Fastir lutir í vegaumhvørvinum kunna vera til stóran vanda fyri tey ferðandi, tí um óhapp hendir, geva hesir ikki eftir, um rent verður á teir. Tí er tað ikki ynskiligt at hava tílíkar lutir í vegaumhvørvinum. Har tað ikki slepst undan at hava tílíkar lutir í vegaumhvørvinum – eisini teir, ið hava nakað við sjálva ferðsluna at gera, so sum ljóssteyrar skelti og annað – eiga hesir at geva eftir.

Um tað av einhvørji orsøk ikki ber til at flyta lutin burtur frá vegnum, verður bilverja gjørd frammanfyri. Í fyrstu atløgu verður miðað ímóti at gera hesar ferðslutrygdarábøtur við tunlar og rundkoyringar. Serliga eru tað teir stoyptu portalarnir við tunnilsmunnarnar, ið eru vandamiklir. Beint uttan fyri fleiri av tunlunum eru vegsving, so bilur við ov nógvari ferð kann enda í betongvegginum við munnan. Landsverk fer tí at seta upp serliga bilverju við tunnilsmunnarnar. Bilverjan gevur seg undan, men ikki so nógv, at vandi er fyri, at bilurin rennir í tunnilsvegginum. Byrjað verður við Norðskálatunnilin, Kollfjaðratunlinum og Hovstunlinum í ár. Komandi ár verður hildið fram við øðrum tunlum.

Nógva kjakið um standmyndina í Klaksvík hevur fingið Landsverk at skunda undir ferðslutrygdarábøtur við rundkoyringar á landsvegi. Tá hesar rundkoyringar vórðu gjørdar í síni tíð, var vanligt við ljóssteyrum í sjálvari miðoynni og í oyggjunum uttanum. Hesir steyrar verða nú fluttir út um rundkoyringina. Arbeiðið er longu byrjað við rundkoyringina í Miðvági. Aðrar rundkoyringar við líknandi trupulleikum eru tær í Kollafirði, Hoyvík, Norðskála, Skipanesi og í Runavík.

Landsverk hevur nú í nøkur ár arbeitt við at tryggja vegamót m.a á Sandvíkarhjalla, á Sundi, í Hósvík og í Streymnesi. Á flestu støðunum eru sett upp ljós, og verða hesi sett upp uttan fyri eina møguliga bilverju ella í tryggari frástøðu frá vegnum.

Um nakar vil vita meira um hetta málið, ber til at seta seg í samband við Armgarð E. Steinhólm, leiðara fyri plan og ferðslu á Landsverki, tlf. 290891, ella til Kunningareindina, tlf. 290804 ella 290805.

Úrslit: