28-02-2006
Landsverk bjóðar sms-tænastur við m.a. neyvari koyrilíkindum - eisini á heimasíðuni

Landsverk hevur fingið til vega eina sms-skipan, sum nú er tikin í nýtslu. Nýggi upplýsingarmiðilin skal í fyrstu atløgu veita borgarunum 5 tænastur og seinni møguliga enn fleiri.

Tær 5 tænasturnar

 

  • Koyrilíkindir
  • Kunngerðir
  • Ávaringar
  • Veðurmátingar
  • Aldumátingar

Tænastan „Koyrilíkindir“ er nú víðka soleiðis, at tú sum nakað nýtt kanst spyrja um koyrilíkindir fyri ávísar vegateinar, ávís økir ella rutur í landinum og á henda hátt fáa enn neyvari og meira viðkomandi upplýsingar um koyrilíkindini beinleiðis inn í fartelefonina ella við at spyrja á heimasíðuni.

Betri tænasta
Landsverk hevur í eina tíð verið vitandi um, at tørvur hevur verið á lættari og skjótari atgongd til upplýsingar um millum annað koyrilíkindir, kunngerðir og veðurmátingar. Nógv fólk skulu heilt tíðliga ella seint til og frá húsum, tá illa ber til skjótt og lætt at fáa nakað at vita um veður og vind ella, nær tunlar og vegir eru stongdir. Í slíkum føri ber tað nú til at fáa allar tær nýggjastu meldingarnar beinleiðis inn í fartelefonina.

Framferðarháttur
Tú kanst velja at senda Landsverki eini sms boð hvørja ferð, tú hevur tørv á hesum upplýsingum. Tú kanst eisini tekna teg til tænastuna koyrilíkindi ella kunngerðir, soleiðis at tú fært sms boð automatiskt hvørja ferð okkurt nýtt er. Hevur tú teknað teg til onkra sms-tænastu fært tú automatiskt eisini ávaringar frá Landsverki, tá ið tað t.d er serliga ringt veður/koyrilíkindir/omanlop o.a. Leggjast skal til merkis, at tað ikki ber til at tekna seg til tænasturnar aldumátingar og veðurmátingar, tí hesar verða dagførdar so týtt. Fá meira at vita í brúkaravegleiðingini á síðuni her.

Tekna teg til tænastur
Í brúkaravegleiðingini stendur millum annað, hvussu ein teknar seg til eina ella fleiri tænastur á fartelefonini og strikar hesar aftur, um ein ikki ynskir at móttaka hesar meira. Fyri at lætta um hjá teimum, sum kanska ikki eru so von at senda sms, ber tað eisini til at tekna seg til hesar sms-tænastur á einum elektroniskum skjali á heimasíðuni her ella spyrja beinleiðis á heimasíðuni og fáa somu upplýsingar her.

Kostnaðarfrítt í ein mánað
Tað fer ikki at kosta nakað at royna hesar tænastur fyrsta mánaðin. Gjaldið eftirfylgjandi verður 0,60 oyru fyri hvørt aftursvar frá Landsverki. At senda ein fyrispurning til Landsverk kostar vanligan sms-takst.

Úrslit: