Hetta er lívshættisligt. Tað er næstan líka vandamikið sum at seta eld á eini hús.
Hetta sigur Heini Eysturoy, leiðari á Vegadeildini hjá Landsverki, eftir eina óhugnaliga hending í tunlinum millum Árnafjørð og Hvannasund týsnáttina.
Ein 18 ára gamal drongur, sum var á veg til Viðareiðis koyrdi knappliga inn í ein múr av royki og rendi inn í tunnilsveggin.
Tíbetur eydnaðist dronginum at sleppa úr bilinum og at renna út úr tunlinum Hvannasundsmegin. Drongurin varð sendur á sjúkrahús til observatión. Hann fekk ein ordans skelk, men slapp annars væl.
Sambært politinum varð bál kynt inn í tunlinum tvær ferðir týsnáttina. Fyrru ferð um eitt tíðina og seinnu ferð um 3-tíðina, tá ið ferðsluóhappið hendi.
Politiið tekur málið í størsta álvara, tí støðan kundi verið lívshættisligt. Nú verður kannað hvør ið setti eld á.
LV harmast
Landsverk harmast um at nakar kann finna uppá slíkt vandamikið spæl.
-Hetta er at seta fólk í lívsvanda. Vit taka málið í størsta álvara. Um illa visti við kundu fólk latið lív, sigur Heini Eysturoy, sum staðiliga ávarar fólk ímóti at spæla við eld inni í tunlum.
Tá eldur kemur í hús og tá ið eldur t.d. var í Norðskálatunnlinum í sambandi við arbeiði herfyri vakti hetta stóran ans, og í slíkum førum krevur samfelagið greiði á trygdarviðurskiftunum.
Ì hesum føri er talan um lívshættisligt spæl, sum ilt er at verja seg fyri. Spæl, sum kundi havt kravt mannalív, og tí heldur Landsverk tað hava alstóran týdning at ávara ímóti at kynda bál í tunlum.
Nøkur hyggjuráð
Ì vandastøðum sum teirri í Hvannasundstunlinum, har bilur koyrir inn í tunnil, sum er fullur av royki eru ráðini, at bilførarin roynir at sleppa sær út úr tunlinum sum skjótast. Royn ongantíð at koyra inn í roykin, tí tað er lívshættisligt. Lat bilin standa eftir um neyðugt. Mælt verður til at ganga ímóti luftrákinum, hóast hetta kann vera longri teinurin út.
Heitt verður á fólk um at ávara aðrar bilførarar, so at teir ikki fara inn í tunnilin meðan eldur og roykur er í honum. Fólk verða eisini biðin um at boða alarmsentralinum 112 frá sum skjótast.
Landsverk hevur gjørt ein faldara um trygga atferð, tá ið koyrt verður í tunlum. Tú kanst taka faldaran niður her: Tunnilstrygd.pdf(1,03 MB) Eisini er ætlanin at leggja faldaran út á bensinstøðir kring landið.
Mangla dagføringar
Teir gomlu tunlarnir í Føroyum hava ikki tann trygdarútbúnað, sum er eitt natúrligt krav nú á døgum. Dagføringar mangla og Landsverk hevur gjørt vart við støðuna hjá avvarðandi myndugleikum.
Tað ber til at gera teir gomlu tunlarnar líka tryggar sum teir nýggju. Trygdin verður altíð raðfest fremst, men sum við øðrum er dagføringin av trygdarútbúnaðinum í teimum gomlu tunlunum ein fíggjarligur spurningur.
Metingar vísa, at tað hevði kostað umleið 150 milliónir at útgjørt teir gomlu tunlarnar við neyðugum trygdarútbúnaði, so sum roykávararum og ljósi.