10-12-2009
Landsverk arbeiðir ikki fram eftir fummun

Sosialurin skrivar mikudagin 9. desember, at Landsverk arbeiðir fram eftir fummum. Hetta er ikki rætt. Ein av ørsøkunum til, at játtaður peningur ofta verður nýttur í seinnu helvt av árinum, er, at tað altíð tekur tíð at fyrireika verkætlanir, og at peningur ofta verður játtaður til púra ófyrireikaðar verkætlanir. Tað er sostatt ikki manglandi planlegging í tilgongdini, at stórur partur av játtanini verður nýttur í seinnu helvt av árinum.

Í ár ger tað seg harafturat galdandi, at ávísar verkætlanir ikki kunnu setast í gongd, tí fíggjarkarmar í verklagslógum ikki samsvara við veruliga kostnaðin.

Meginparturin av teimum 12 mió. krónunum, sum Sosialurin sipar til, at Landsverk ikki megnar at brúka í ár, stava júst frá hesum. Har hevur nevniliga ikki borið til at seta gongd á, sjálvt um klárt hevur verið at byrja síðani beint eftir summarferiuna Tær 10 mió. krónurnar, sum verða nýttar nú í desember eru til verkætlanir, ið ikki hava verið klárar til at fara í gongd við fyrr enn nú. Hetta stavar frá, at verkætlanir bæði skulu kravfestast og prosjekterast, og harafturat skulu fleiri loyvir fáast til vega. Slíkt tekur tíð, og Landsverk er bert partvís harri yvir, hvussu long hendan tíðin gerst.

- Hinvegin eru 10 mió. krónur als ikki nøkur stór upphædd at brúka í einum og sama mánaði. Heldur ikki, sjálvt um vit eru í desember, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki.

Hann vísir á, at allar verkætlanir í ár hava sokallaðar c-átekningar, og at játtanin tí bert má nýtast til ta ávísu verkætlanina. Fyrr bar til at flyta eina játtan til eina aðra verkætlan, um tann verkætlanin, sum játtanin var ætlað til, ikki gjørdist klár í sjálvum fíggjarárinum.

Oyvindur Brimnes sigur, at trupulleikin verður loystur næsta ár, tá nýggja játtanarlógin kemur í gildi.

Við hesi lógini fella óbrúktar játtanir ikki burtur, tá árið er úti, men kunnu flytast til tað næsta fíggjarárið.

- Sostatt er talan ikki um, at Landsverk ikki megnar at nýta játtanir. Orsøkin er tann, at stovnurin ikki sleppur í gongd av omanfyri nevndu orsøkum, sigur Oyvindur Brimnes.

Um nakar ynskir at fáa meiri at vita um hetta evnið ber til at venda sær til stjóran á Landsverk á tlf. 540 801.

Úrslit: