07-07-2005
Landsverk ábyrgd av almennum bygningum

Landsverk stendur fyri bygging og viðlíkahald av almennum bygningum. Játtanir til hesi økir eru hjá aðalráðunum, og umsitur Landsverk játtanirnar fyri aðalráðini. Bygningadeildin tekur sær í stóran mun av hesum uppgávum.

Høvuðsuppgávurnar hjá bygningadeildini fevna um nýbygging og viðlíkahald av almennum bygningum. Harumframt tekur deildin lut í viðgerð av øðrum málum, har bygging og bygningar, landslag og formlist eru partar av hesum.

Í sambandi við nýbygging er tað uppgávan hjá bygningadeildini at greina og raðfesta krøvini til byggingina – við atliti at funktionaliteti, estetikki, góðsku og kostnaðarstøði, soleiðis at tað virksemið, sum skal fremjast, fær best møguligar karmar.

Bygningadeildin savnar dátur um almennar bygningar í dátugrunn til tess at fremja samskipaða stýring av viðlíkahaldsarbeiðum, og deildin setur viðlíkahaldsarbeiðini í verk í samráð við tey, sum varða av bygningunum.

Les lýsingina eftir deildarleiðara til bygningadeildina her.

Úrslit: